Fótbóltur

EB/Streymur hevur fingið nakrar týðandi undirskriftir uppá pláss

Ungi eiðismaðurin og ársins leikari í felagnum, Virgar Jónsson, hevur longt hóast áhuga frá øðrum. Tóki Johannesen, Óli Eyðsteinson Poulsen og Meinhard Geyti halda allir fram eisini, og tað ger venjarin eftir øllum at døma eisini.

Kanska tann mest tíðandi undirkriftin hjá EB/Streymi higartik er tann hjá Virgari Jónsson (Mynd: EB/Streymur)

Kanska tann mest tíðandi undirkriftin hjá EB/Streymi higartik er tann hjá Virgari Jónsson (Mynd: EB/Streymur)

2025-11-05 17:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EB/Streymur stóð seg ógvuliga væl fyri summarsteðgin og var við í evropeiska stríðnum.

Men eftir summarsteðgin vann EB/Streymur ongan dyst og endaði á 7. plássið - ájavnt í stigum við B68. Sigfríður Clementsen hevur ein smalan hóp at ráða yvir, og onkrir skaðar kostaðu, og serliga tað at Boubacar Dabo varð seldur til Gibraltar.

Seinastu vikurnar hevði EB/Streymur so at siga einki at spæla fyri, men fyrireikingarnar vórðu í gongd til 2026.

Í hesum sambandi eru fýra sáttmálar kunngjørdir - áðrenn og eftir kappingarenda.

[object Object]
Tóki Johannesen

Lokali Tóki Johannesen hevur spælt 152 dystir fyri besta lið felagsins, og tekniskt sterki miðvallarin hevur gjørt sáttmála fyri 2026 og 2027 eisini. 

24-ára gomlu Meinhard Debes Geyti og Óli Eyðsteinsson Poulsen eru komnir til felagið, tí teir ikki fingu nóg mikið av spælitíð í ávikavist NSÍ og EB/Streymi.

Óli Eyðsteinsson skaraði framúr í seinnu hálvu í fjør, men í løtum í ár hevur tað, sum áður hjá honum órógvað: Skaðar. Miðvallarin er tó til reiðar til eitt tørn afturat í 2026, og orkuríki høgri bakkurin Meinhard Geyti hevur eisini longt sáttmálan við einum ári.

[object Object]

[object Object]
Omanfyri Meinhard Debes Geyti og niðanfyri Óli Eyðsteinsson Poulsen - saman við ítrótttarstjóra felagsins, Niels Paula Danelsen (Myndir: EB/Streymur)

Kanska tann mest tíðandi undirkriftin hjá EB/Streymi higartik er tann hjá Virgari Jónsson. Evnaríki eiðismaðurin hevur longu spælt 70 Betrideildardystir, hóast sín unga aldur. Vinstrabeinti spælarin er fastur U21-landsliðsspælari, og onnur feløg hava sýnt honum áhuga.

Virgar Jónsson spælir tó í øllum førum eisini við barndómsfelagnum í 2026:

- Vit í EB/Streymi eru sera glað fyri at Virgar heldur fram. Virgar er ein av okkara egnu, sum hevur verið í rúkandi menning síðan hann kom á besta liðið. Virgar er sprenfullur av orku, hevur tann rætta hugburðin og er sera arbeiðsamur. Virgar er ein leikari, sum vit meta kann náa heilt langt, og vit gleða okkum til at geva okkara íkast til hansara víðari menning” Sigur Niels Pauli Danielsen, ítróttarstjóri hjá EB/Streymi.

Sigfríður Clementsen hevur verið venjari hjá Virgari hesi trý árini í fremstu deildini. Og tað mesta bendir á, at tað verður hann eisini í 2026. Tíðindini eru ikki endaligi váttaði enn, men sum skilst heldur royndi venjarin - eins og omanfyri nevndu spælarar - fram í EB/Streymi.

[object Object]
Undir Sigfríði Clementsen hevur EB/Streymur øll árini verið langt frá at flutt niður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder