1. mai tekur Marita Debess Magnussen við sum nýggjur aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya.
Harvið skal B36 heva eitt nýtt forfolk, og í sambandi við eykaaðalfundin í kvøld er greitt, hvønn talan er um.
68-ára gamli Edvard Heen er norðmaður, sum leingi hevur búð í Føroyum. Hann er millum annað kendur sum stjóri í Almannaverkinum (2014-2025).
Eisini hevur Edvard Heen starvast í Føroya Banka og Tryggingarfelagnum, og hann hevur eisini royndir úr fótbóltsnevnd í Gundadali: Í 2008 kom hann upp í nevndina í B36.
Har var norðmaðurin í nøkur ár, og nú er hann aftur - sum formaður. Hetta hevur Portalurin fingið staðfest.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald