Fótbóltur

Eftir bólkaspælið: Óli flest málstig og upplegg í EM - Pauli flestar bjargingar

Elias Ellefsen á Skipagøtu er eisini ovarlaga og ovast á ymiskum listum: Føroyingar gjørdu av álvara vart við seg í endaspælinum - sí yvirlit.

Óli Mittún við megnaravriki í EM-bólkaspælinum, men tað rakk ikki til pláss í miðumfarinum. Her fær blaðungi bakkurin troystandi orð frá stórabeiggjanum Paula Mittún og Hákuni West av Teigum eftir tapið fyri Portugal (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún við megnaravriki í EM-bólkaspælinum, men tað rakk ikki til pláss í miðumfarinum. Her fær blaðungi bakkurin troystandi orð frá stórabeiggjanum Paula Mittún og Hákuni West av Teigum eftir tapið fyri Portugal (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-22 15:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heldur enn at vera í Malmö og fyrireikað seg til fyrsta dystin í meginumfarinum, eru føroyingar farnir heim. Teir flestu av spælarunum ferðaust í gjár til Føroyar at taka sær av løttum í nakrar dagar, áðrenn lívið í feløgunum heldur fram.

Trý stig og +10 í málúrttøku í bólkaspælinum rakk ikki til víðari luttøku. Tað gav eitt 13. pláss: Tólv lið eru farin víðari til miðumfarið, sum nú er í gongd.

Sí eisini: Nú byrjar EM-meginumfarið

Eftir bólkaspælið ber til at gera ymiskt upp - millum annað tøl. Og her sæst, at fleiri føroyingar veruliga hava gjørt vart við seg. (Yvirlit niðast)

Serliga er tað flott, at 20-ára gamli Óli Mittún er ovast á tveimum "stórum álopslistum": Flest uppleggum og málstigum (mál+upplegg). Nummar 78 brendi bert trý skot í trimum dystum, og um brotskøst verða tikin burtur, er tað bert Mathias Gidsel, sum hevur fleiri mál enn Óli í EM.

[object Object]
Tað var torført hjá mótstøðuliðunum at steðga Óla Mittún lógliga í Oslo (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Tveir dagar leikbann fyri at sláa Óla Mittún

Vandamikli føroyski er í dag tilnevndur til heimsins besta unga spælara. Tað var systkinabarnið Elias Ellefsen á Skipagøtu eisini fyri tveimum árum síðani, og hann vann heiðurin.

Kiel-spælskiparin var skaðadarvaður áðrenn hetta HM-endaspælið, men eftir bólkaspælið er nummar 71 í topp-fimm á fleiri topplistum: Millum annað hevði Elias flest alveringar av øllum fyrstu fimm dystirnar. Og so at siga allar vóru rættar.

Føroyar fingu 108 skot á mál móti sær, og Pauli Jacobsen fekk fatur á yvir 31 prosent av teimum. Eitt samanlagt rímiliga gott tal hjá dagsins manni móti Montenegro, sum saman við norska Torbjørn Bergerud hevði flest bjargingar í bólkaspælinum.

[object Object]
Elias á Skipagøtu og hinir føroyingarnir vórðu kroystir kropsliga móti Slovenia, men serliga numma 71 tók stóra ábyrgd 

[object Object]Liðformaðurin Pauli Jacobsen stórliga fagnaður av fjepparunum nakað eftir seinasta dystin (Myndir Sverri Egholm)

Føroysku spælararnir stórliga fagnaði í Fornebu

Yvirlit hjá EHF sæst her - niðanfyri sæst yvirlit við hvar føroyingar eru á EM-listunum, eftir at øll hava spælt tríggjar dystir:

Toppskjúttar:
4. Elias Ellefsen á Skipagøtu: 27 mál. 
- hetta uppá 36 skot (Tað svarar til 75 prosent, sum er hægri enn hjá øllum øðrum í topp-7)

Brotskastsmál: 
1. Elias Ellefsen á Skipagøtu: 12 mál
- hetta uppá 14 brotskøst (Tað svarar til 85,7 prosent) - Fýra aðrir skoraðu 12 brotskøst 

Mál uttan brotskøst:
2. Óli Mittún: 23 mál 

- javnur við Simon Pytlick og bert tvey mál aftanfyri Mathias Gidsel - Óli hevur tó væl hægri gagnnýtisprosent (88.5 prosent)

Málstig:
1. Óli Mittún: 47 stig
Hetta er mál+upplegg - Óli er eftir bólkaspælið eitt frammanfyri Kiko Costa, sum hann kappast við heiti sum heimsins besti spælari við

Elias Ellefsen á Skipagøtu er á 5. plássi við 40 málstigum (eitt aftanfyri Mathias Gidsel)

Sí eisini: Óli Mittún í uppskoti sum heimsins besti ungi spælari fyri 2025

Upplegg:
1. Óli Mittún: 24 upplegg - átta í miðal fyri hvønn dyst!
- her er føroyski hvirluvindrin langt fremst: Fimm frammanfyri Blaz Janc hjá Slovenia og seks upplegg frammanfyri norsku stjørnuna, Sander Sagosen

Bjargingar:
1. Pauli Jacobsen: 34 bjargingar 
hetta uppá 108 skot (31,48 prosent). Her er føroyski liðformaðurin javnur við Torbjørn Bergerud. Pauli hevur eisini tvær brotskastsbjargingar: Nummar seks

Alveringar: 
1. Elias Ellefsen á Skipagøtu: 615 
heili 99.7 prosent av hesum funnu vegin fram! Hetta er hægst av øllum í topp-tíggju

Dagført: 15.47


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder