1-1 eftir heimadystin, har 2. hálvleikur ikki var nøktandi, og Hamrun Spartans javnaði. Síðani niður til umleið 30 hitastig og slavna luft; til eitt land har einki føroyskt lið hevði vunnið áður.
Og NSÍ hevði ikki spælt seg víðari í evropeiskari uppgerð við tveimum dystum áður.
Nógv odds vóru íharvið móti oddaliðnum í Meistaradeildini í kvøld, men mál frá Michal Przybylski og Peturi Knudsen - tað seinna eftir umstrídd og margháttiligt brotsspark í 94. minutti - saman við megnaravriki, sendi NSÍ víðari í Conference League.
Sí eisini: NSÍ søguligan sigur á Malta eftir margháttiligt brotsspark í 94. minutti
![]()
NSÍ' arnir stóðu royndina á Malta (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hetta merkir, at NSÍ skal spæla aftur 23. og 30. juli. Hetta móti FC Koper, sum endaði á 2. plássi í bestu slovensku deildini síðsta kappingarár. Liðið kemur inn í kappingina nú og skal til Klaksvíkar í næstu viku.
Síðani gongur leiðin hjá NSÍ, møguliga við Meinhardi Egilsson Olsen í hópinum, til Slovenia.
Conference League 1. umfar - seinni dysturin
Hósdagin 16. juli á Centenary Stadium, Ta Qali
Hamrun Spartans - NSÍ 1-2 (0-1) - Samanlagt 2-3
43' Michal Przybylski 0-1
53' Ante Coric 1-1
90(+4)' Petur Knudsen 1-2
---------------------------------------------------------
Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
NSÍ - FC Koper
Seinni dysturin, hósdagin 30. juli
FC Koper - NSÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald