Føroyar hava spælt tveir dystir og fingið tvey stig higartil í hesari Nations League-kappingini.
Fýra dystir eru eftir; harav tveir næstu vikuna.
Næsta uppgáva hjá manslandsliðnum er Slovakia, sterkasta liðið í bólkinum sum eisini hevur vunnið báðar dystirnar higartil. Hetta fríggjakvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli.
Sí eisini: Eyðun Klakstein: Teir funnu flog - vit koma ikki burturúr tí
Allir hinir dystirnir í bólkinum eru endaðir við javnleiki.
Nations League deild C, bólkur 3
1. umfar, leygardagin 25. september
Slovakia - Moldova 2-0 (2-0)
Føroyar - Kasakstan 1-1
2. umfar, týsdagin 28. september
Slovakia - Kasakstan 2-1 (1-1)
Moldova - Føroyar 1-1 (0-1)
Sí eisini: Føroyingar fullu út á dystin og vóru hepnir at fáa stig
Longu lendir í Føroyum
1. Slovakia 6 stig
---------------------
2. Føroyar 2 stig
----------------------
3. Kasakstan 1 stig
4. Moldova 1 stig
Ovasta liðið flytur upp í bólk B til næstu Nations League-kapping
Næstovasta liðið skal spæla um at flyta upp
3. umfar, fríggjadagin 2. september
15.00: Kasakstan - Moldova
19.45: Føroyar - Slovakia
4. umfar, týsdagin
15.00: Kasakstan - Føroyar
19.45: Moldova - Slovakia
Tveiy tey seinastu umførini verða spæld mitt í november.
Í mun til undanfarnu Nations League kappingar flytir einki lið niður: Deild D verður ikki til í 2028. Tá verður talan um størri deildir (tríggjar í tali)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald