Fótbóltur

Eiler eftir dyst nummar 400: - Taka eitt ár í senn

Steypafinalurnar standa sterkast í minninum - serliga tann í desember 2021 millum B36 og NSÍ sum endaði í brotssparkskapping. Eingin hevur dømt so nógvar skrásettar dystir í Føroyum sum Eiler Rasmussen.

Jóhan Hendrik Ellefsen, formaður í Føroya Dómarafelag og Doris í Garði Olafsdóttir, umboð fyri FSF, handa Eilei serstaka gávu undan dysti nummar 400 (Mynd: Sofus Debes Johannesen/FSF)

Jóhan Hendrik Ellefsen, formaður í Føroya Dómarafelag og Doris í Garði Olafsdóttir, umboð fyri FSF, handa Eilei serstaka gávu undan dysti nummar 400 (Mynd: Sofus Debes Johannesen/FSF)

2025-08-31 22:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum dómari hevur hann umboðað Skála og AB, hann hevur dømt tríggjar steypafinalur, tvær ferðir er Eiler Rasmussen valdur til ársins dómara, og fríggjadagin var dystur nummar 400 í fremstu deildini hjá monnum á skránni, sum eisini er met fyri føroyskar fótbóltsdómarar.

Soleiðis lýsir Fótbóltssamband Føroya ein av sínum trúføstu ábyrgdarpersónum - tann drúgvasta dómaran av øllum, tá tað snýr seg um skrásettar dystir.

Dagfinn Forná (362 dystir) og Petur Reinert (349 dystir) eru næstir metmanninum av Skála.

Eiler Rasmussen hevur umboðað júst Skála og umboðar nú AB. Hann hevur millum annað dømt tríggjar finalur í kappingini um Løgmanssteyið, og í viðtalu við FM1 fríggjakvøldið á Eiði, dró 48-ára gamli dómarin júst steypafinalurnar fram sum serstakar.

- Sjálvandi eru steypafinalurnar nakað heilt serligt. Eg dømdi finalurnar í 2007, 2015 og 2021. Tann í 2021 er tann, sum sum stendur sterkast í minninum. Hon var millum B36 og NSÍ, endaði í brotssparkskapping og varð spæld í desember mánaða. Tað er ein av dystunum, sum standa best í mínum minni.

[object Object]
Eiler í nevndu steypafinalu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eftir runda dystin, sum var millum EB/Streym og NSÍ, spurdi Trygvi Absalonsen Eiler, um hann fer eftir tí næsta stóra runda talinum:

Kann mann rokna við, at tað kemur upp til dyst nummar 500 hjá tær? 

- Nei, tað rokni eg ikki við. Nú sigi eg næstan sum javnaldur mín Óli Hansen segði ofta so í FM-árinum í 2007: Vit taka ein dyst í senn - hjá mær er tað nú: - Vit taka eitt ár í senn.

Hoyr alla samrøðuna við Eiler Rasmussen her

[object Object]Eiler Rasmussen í miðuni, saman við Jóhan Eliasen og Arnari Lognberg, á veg á vøllin til dyst nummar 400 hjá Eileri (Mynd: Sofus Debes Johannesen)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder