Fótbóltur

Ein av teimum stóru takkar fyri seg á stóra pallinum

43-ára gamli Atli Gregersen spælir í kvøld sín seinasta dyst á hægsta stigi í Føroyum. Víkinga-liðformaðurin kann enda við sínum áttanda steypagulli - og felagsins sjeynda.

Atli Gregersen hevur seinastu mongu árini gingið á odda saman við øðrum í Sarpugerði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Atli Gregersen hevur seinastu mongu árini gingið á odda saman við øðrum í Sarpugerði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-31 06:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Og so gevst ein av okkara trúgvu spælarum, og eg hevði unt honum at lyft hetta steypið í sínum síðsta dysti. Tað hevði verið prikkurin yvir karrieruna hjá honum, tað er púra sikkurt.

Orðini eigur ídni Víkinga-fjepparunum Jógvan Salomon Joensen. Hann tosaði FSF-Varpið við í Sarpugerði mikudagin - til ber at hoyra samrøðuna niðanfyri

Sjónarmið Salomons munnu allir Víkingar hava í dag. Og helst eisini mangir uttanveltaðir fjepparar nú steypafinalan millum KÍ og Víking og seinasti dysturin hjá Atla Gregersen stendur á gáttini.

Tað kunnu skrivast og sigast mong orð um mannin og fótbóltsspælaran, sum oftast hevur nakað uppá hjarta sjálvur. Tað vóru tað eisini í seinastu viku, tá nummar 4 spældi sín seinasta heimadyst og  landskappingardyst - nummar 478 í røðini. 

Til ber at lesa meira um tað her

- So kom dagurin. Vit hava leingi vitað at hann nærkaðist. Í dag spælir ein sonn ímynd av okkara felagi sín seinasta dyst á okkara heimavølli í Sarpugerði. Talan er sjálvandi um liðskiparan Atla Gregersen, sum hevur spælt við okkara besta liðið síðani 2004, eitt ár undantikið. Síðani 2011 hevur hann havt liðskiparabandið á, og hevur gingið á odda sum tann leiðarin hann er. Atli er vorðin 43 ára gamal, og boð eru nú eftir honum í venjarayrkinum, skrivaði Víkingur í samband við seinasta heimadystin leygardagin.

Umstøðurnar kring tað at Atli Gregersen nú gevst sum spælari á hægsta stigi, skulu vit ikki koma nógv inn á í dag. Men ein avtala varð gjørd við FSF, sum síðani er broytt, og nú er seinasti leikdagur fyrrverandi landsliðsliðskiparan her. Tað er annars eingin ivi um, at gøtumaðurin hevur gjørt ein ávísan mun sum hjálparvenjari á landsliðnum.

Sí eisini: FIFA-styrkislistin: Føroyar fingu lest stig og tóku størsta framlopi

[object Object]
Atli Gregersen og fyrrverandi makkarin í miðverjuni hjá Víkingi, Gunnar Vatnhamar, eftir 1-0 sigurin í Armenia í fjør - síðani eru fýra aðrir sigar komnir í hús Atli heldur fram í føroyska fótbóltsheiminum eftir dystin í kvøld (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

[object Object]Víkinga-liðformaðurin seinastu mongu árini fegnast eftir týðandi mál móti HB í 2024, tá Víkingur og Atli Gregersen vunnu FM á triðja sinni í bestu mansdeildini (Mynd: Sverri Egholm)

Talan varð um nærum 600 dystir á hægsta stigi fyri føroyskt felag, umframt 59 A-landsdystir. Atli Gregersen hevur bara spælt fyri GÍ og Víking í vaksnamannafótbólti í Føroyum. Hann royndi seg eisini í Danmark og Skotlandi. Týdningurin hjá honum í Sarpugerði sæst í úrslitum: Sjey steypagull - eitt við GÍ og rest við Víkingi - trý FM og víðari í Evropa seks ferðir. Harav vóru fýra av ferðunum, tá tað var rættiliga óvanligt hjá føroyskum feløgum at koma víðari í Evropa.

So eru eisini onnur avrik og tey tingini, ið ikki eru eins ítøkilig. Tað stóra virði sum ávísur persónar hava fyri eitt lið og umhvørvi. Ein skal ikki spyrja nógv í og kring Sarpugerð ella persónar, sum hava verið har, so kunnu tey peika á hávaksna gøtumannin sum ein serstaka sterkan leiðara. Dugnaligi miðverjin og bóltspælarin hevur víst eitt evni at stýra og at fáa hinar við, og at í fleiri førum vera við at lyfta spælarar kring seg á eitt hægri stig. Tað at hjálpa ungum spælarum væl hevur verið ógvuliga týðandi í Víkingi.

- Tað er eingin ivi í, at tað verður eitt tómrúm í skiftirúminum, nú Atli setir gaggurnar á hillina. Vit hava sett nógvar ungar leikarar til seinastu árini, og hevur Atli duga væl at vegleitt og verið lærimeistari, skrivar Víkingur um langtíðarliðformannin.

[object Object]
Atli Gegersen og hinir hava nú fyrireikað seg uppá at royna at koppa KÍ, sum kann vinna greipuna - nummar 4 skal fyri seinastu ferð nýta síni evni at stýra inni á sjálvum vøllinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Tað vóru sjey ár síðani, tá Atli Gregersen aftur kundi lyfta eitt FM-steyp í Sarpugerði - miðvíst arbeiði lá aftanfyri hetta (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Við einari sterkari eind, sterkum samleika og sterkum venjuparti vann Víkingur aftur eitt FM-heiti í fjør. 73 stig siga sína søgu - sama sum KÍ í ár - og tað ger tað eisini, at Atli Gregersen varð valdur til ársins spælara anno 2024. Í árinum hann fylti 42 ár.

Hetta kappingarárið hevur verður langt frá eins gott hjá Víkingi, men liðið hjá Jóhan Petur Poulsen hevur so tryggjað evropeiska plássið undan steypafinaluni. Og nú skal 43-ára gamli liðfomaðurin royna at enda spælaraleið sín á besta hátt.

Um tað eydnast Víkingi at koppa favorittunum og føroyameistarunum, so verður tað áttandu ferð, at Atli Gregersen kann lyfta løgmanssteypið. Tað hevði verið ein serstakur máti at krýna eina langa og flotta leið sum fótbóltsspælari. Hann hevur á so mangan hátt sett dám á Víking og føroyskan fótbólt - nú verður seinastu valsurin við gaggunum á inni á vøllinum. Og tað veður á stóra pallinum og til størsta einstaka dystin á árinum.

[object Object]
Atli Gregersen hevði leikbann til sjálva finaluna í 2022, tá Víkingu koppaði KÍ. Annars hevur verjugeneralurin spælt í níggju steypafinalum - og skorað í einari (2012 móti EB/Streymi)

Sí eisini: KÍ og Víkingur fyi triðju ferð í finaluni

Finalan um Løgmanssteypið byrjar klokkan 19 fríggjakvøldið 31. oktober. FM1 sigur frá dystinum við upptakt frá klokkan 18.

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder