
Eftir flotta avrikið móti Kroatia fríggjakvøldið hevur manslandsliðið nú ein nýggjan arbeiðssetning.
Tað snýr seg ikki so nógv um avrikið, men um úrslitið hesaferð. Ikki tí; avrikið skal vera har. Eisini nú Føroyar spæla móti einum av lægst stykismettu liðunum í heiminum.
Tað var eitt stríð og eitt baks móti einum fótbóltsligum yvirveldi fríggjadagin, men Føroyar stóðu seg væl. Talan gjørdist ikki um nakað stig, men tað var aftur tætt (Myndir: Sverri Egholm)
Gibraltar vinnur ógvuliga fáar fótbóltsdystir - væl færri enn Føroyar - og á Tórsvølli í juni, megna Gibraltar ikki at halda leiðsluni.
Lítla landið heilt sunnarlaga í Evropa hevur á pappírinum fáar upplagdar møguleikar at fáa stig, men nú er ein slíkur, við teirra sjónarmiði, her. Gibraltar hevur áður vunnið á Føroyum (í nógv umrøddum venjingardysti á Gibraltar í 2011), og liðini spældu eisini javnt í venjingardysti í 2022.
Í hesum HM-undanbólkinum eru Gibraltar lægst styrkismetta liðið - Føroyar eru næstlægstar.
Hetta merkir tó sjálvandi eisini, at Føroyar helst skulu fáa fult móti Gibraltar. Trý stig komu í hús eftir tógvið stríð á Tórsvølli í juni - nú snýr tað seg um at royna at tvífalda stigatalið í ár.
Eyðun Klakstein í regni í Georgia í juni - í morgin er tað í slavnu luftuni við markið til Spania, at Føroyar fara eftir trimum stigum (Mynd: Sverri Egholm)
Eyðun Klakstein staðfesti aftur á tíðindafundi undan dystinum móti Kroatia, at fyrsta málið í hesari undankappingini í er at fáa fleiri stig enn í undanfarnu kapping. Tá vunnu Føroyar sær 4 stig.
Harvið kunnu Føroyar røkka hesum í annaðkvøld, og tað skulu teir helst - sjálvt um tað er væl slavnari í luftuni enn í Føroyum, og at undirlagið er nakað verri enn á Tórsvølli.
Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í morgin, mánadagin 8. september
19.45: Gibraltar - Føroyar
1. Kekkia 12 stig (5 dystir)
2. Kroatia 9 stig (3 dystir)
3. Montenegro 6 stig (4 dystir)
4 Føroyar 3 stig (4 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (4 dystir)
FM1 sigur frá dystinum í morgin, og Portalurin hevur blogg og annað av staðnum. Meira av Gibraltar seinni í kvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald