Fótbóltur

Eingin midnáttarsangur hjá HB'arunum í ár

Klokkan seks í morgun hittist hópurin við HB-húsið. Nógv heilsaðu uppá spælararnar ólavsøkuaftan - nú fyrireika teir seg til stóru uppgávuna á Brøndby Stadion hóskvøldið 31. juli.

HB-spælarar í Vágum - nú eru teir komnir uppá pláss í Keypmannahavn, har ólavsøkan verður hildin á serstakan hátt (Mynd: RS Media/Havnar Bóltfelag)

HB-spælarar í Vágum - nú eru teir komnir uppá pláss í Keypmannahavn, har ólavsøkan verður hildin á serstakan hátt (Mynd: RS Media/Havnar Bóltfelag)

2025-07-29 12:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað eru nógv sum eru komin yvir og hava sagt, hvussu flott avrikið var á Tórsvølli. Nú skulu vit til Danmarkar og royna at gera tað sama.

Hetta segði Ári Mohr Jónsson, tá Portalurin hitti hann í Gundadali í gjárkvøldið - meira á Portalinum um tað seinni.

Sí myndir frá evropeiski javnleikinum millum HB og Brøndby

Sí eisini: Bartal - Spældu upp við teir - skulu royna at gera tað sama har

Ári og aðrir HB'arar sóust í føroyskum klæðum í Havn í gjár, men ólavsøku teirra í ár "er hálv".

Klokkan seks í morgun hittust spælara- og leiðarahópurin við HB-húsið, og leiðin gekk vestur á flogvøllin.
[object Object]Á veg til bussin 

[object Object]Ferðalagið. Fyrrverandi Brøndby-spælarin, og núverandi kvinnuvenjarin hjá HB, Lukasz Cieslewiz, er við sum annar av hjálparvenjarnum (Myndir: Havnar Bóltfelag/ RS Media)

HB-ferðalagið er longu komið uppá pláss á Bella Sky í Keypmannahavn. Har halda fyrireikingarnar til seinna Conference League-dystin móti Brøndby fram - og har halda HB'arnir ólavsøkudag.

Fyrri dysturin, í Føroyum, endaði 1-1. Harvið er alt opið undan dystinum á Brøndby Stadion hóskvøldið klokkan 18.30.

Les meira: Danskir miðlar: - Ein fadesa og eitt stórt vónbrot í Føroyum

Sí eisini: Brøndby reistist aftur í Superliguni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder