
Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen. Á føroyska miðvøllinum vera Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, ið eisini er liðskipari, Brandur Olsen og Adrian Justinussen, og fremsti maður verður Páll Klettskarð.
Soleiðis lýsir føroyska fótbóltssambandið føroysku byrjanaruppstillingina í kvøld, tá Gibraltar vitjar.
Føroyska liðið (3-4-3/5-4-1)
Føroyar er favorittar og skulu, í stóran mun, skapa dystin.
Menn sum Hanus Sørensen, Patrik Johannesen, Jóan Símun Edmundsson og Daniel Johansen eru til at skifta inn.
Eykaspælarar eru: Mattias Lamhauge, Ari Petersen, Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Daniel Johansen, Martin Agnarsson, Jákup Andreasen, Noah Mneney, Hanus Sørensen, Poul Kallsberg, Jóan Símun Edmundsson og Patrik Johannesen.
Fyrsta bríksl verður klokkan 19.45. Dysturin sæst í Kringvarpinum - fylt við HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald