Fótbóltur

Eli Nolsøe Leifsson vart sína ph.d.

Í ritgerðini “Physical demands in match and training in football: Peak periods in men’s football and longitudinal tracking in women’s football” verður sjóneykan sett á tey kropsligu krøvini í fótbólti, bæði í dysti og venjing.

Eli Nolsøe Leifsson saman við høvuðsvegleiðara, hjávegleiðara og anmælingunum (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Eli Nolsøe Leifsson saman við høvuðsvegleiðara, hjávegleiðara og anmælingunum (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2026-06-27 18:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin vardi Eli Nolsøe Leifsson sína ph.d.-ritgerð við heitinum “Physical demands in match and training in football: Peak periods in men’s football and longitudinal tracking in women’s football”.

Verjan fór fram í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.

Eli Nolsøe Leifsson hevur verið vinnu-ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, har hann hevur verið knýttur at Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi. Samstundis hevur hann starvast hjá Fótbóltssambandi Føroya sum kropsligur venjari hjá millum annað kvinnulandsliðnum.

Hetta er fyrsta vinnu ph.d. millum Fróðskaparsetur Føroya og eitt føroyskt ítróttarsamband í sambandi við at gera gransking um ítróttarviðurskifti í Føroyum, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Í ritgerðini hjá Eli Nolsøe Leifsson verður sjóneykan sett á tey kropsligu krøvini í fótbólti, bæði í dysti og venjing. Serliga verður dentur lagdur á tær mest krevjandi løturnar í dystum – tær sokallaðu toppperiodurnar – og hvussu hesar ávirka avrikið hjá spælarum.

Gransking vísir, at tær mest krevjandi løturnar í dystum eru munandi harðari enn miðaltølini fyri ein heilan dyst. Tí er neyðugt at taka hædd fyri hesum toppkrøvum, tá ið venjing verður løgd til rættis.

Samstundis er kannað, hvussu spælarar koma fyri seg aftur eftir slíkar krevjandi løtur. Niðurstøðurnar vísa, at spælarar vanliga koma skjótt fyri seg aftur, hóast nógv arbeiði verður lagt fyri í stuttum tíðarskeiðum.

Les meira her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder