Fótbóltur

Ellivu badmintonleikarar á venjingarlegu í Íslandi

Ein hópur við ellivu U15 og U17 leikarum fór til Íslands í gjár á North Atlantic Camp badmintonleguna.

Hópurin, tá tey fóru til Íslands gjár (Mynd: Badmintonsambandið)

Hópurin, tá tey fóru til Íslands gjár (Mynd: Badmintonsambandið)

2025-06-24 17:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár fór ein hópur við ellivu U15 og U17 badmintonleikarum til Akranes í Íslandi á North Atlantic Camp badmintonleguna.

Luttakararnir eru U15 og U17 badminton leikarar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Hetta hevur verið eitt afturvendandi tiltak í nógv ár, sum varð uppafturtikið í fjør.

Eftir at legan datt niðurfyri av koronafarsóttini, so byrjaðu vit aftur í 2024, tá legan var í Føroyum. Legan er stuðlað av Badminton Europe.

Í ár eru tilsamans 31 leikarar við, 11 úr Føroyum, 10 úr Íslandi og 10 úr Grønlandi.

Høvuðsvenjarin á leguni er Pontus Rydström, og afturat sær hevur hann 2 venjarar úr hvørjum landi.

Úr Føroyum eru hesir leikarar við:
Bryna á Borg, HBF
Hansina Eysturtún Mouritsen, HBF
Inga Guðrin Samuelsen, HBF
Tóra Erlandsdóttir, HBF
Boas á Reynatrøð, KBF
Jóhannus Lamhauge, KBF
Jónas Festirstein Dam, KBF
Mannbjørn Eysturtún Mouritsen, HBF
Óðin Eldevig, HBF
Sólfinnur Funding Luid, HBF
Tístram Hammer, HBF

Venjarar og ferðaleiðarar eru
Joanita Rasmussen og Jónas Vágsheyg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder