
Tað eru ógvuliga nógvir føroyingar, sum vilja til EM-dystirnar móti Sveis, Montenegro og Slovenia 16. - 20. januar 2026.
Unity leikhøllin í Bærum verður karmur um allar bólkaspælsdystirnar hjá føroysku monnunum. Sum nú er, hevur Hondbóltssambandið fingið fatur á sløkum 4.800 atgongumerkjum. Pláss er fyri umleið 8.500 áskoðarum í høllini í Bærum-útryðjuni.
Sí eisini: Umleið 4.800 føroysk atgongumerki í fyrstu syftu
Umleið ein triðingur av hesum atgongumerkjunum eru farin til ferðaskrivstovur/pakkaferðir og stuðlar. Harvið koma umleið 3.000 føroysk atgongumerki til sølu í morgin. Hesi eru mest til fólk, sum flúgva yvir til Oslo ella koma úr millum annað Danmark, og sum sjálvi skipa fyri gisting.
Tað kann helst væntast, at tey flestu - ella í øllum førum nógv - av hesum atgongumerkjunum fara skjótt. HSF greiðir soleiðis frá mannagongdini:
- Mikudagin, 21. mai, klokkan 10.00, verður leinkja løgd út á heimasíðuna og facebook hjá Hondbóltssambandinum saman við einari kotu. Við at trýsta á leinkjuna og hareftir tøppa kotuna, fæst atgongd til setrini, sum eru løgd av til føroysku áskoðararnar.
Til ber í mesta lagi at keypa 10 atgongumerki á gangin. Børn til og við 3 ár nýtast ikki atgongumerki um tey sita hjá einum vaksnum.
Atlantic, Smyril Line og pakkaferðir
Samstundis sum sjálvi atgongumerkini fara til sølu á hsf.fo, setur Atlantic Airways síni tur/retur-atgongumerki til Oslo til sølu.
Fyrsta almenna upplýsta talið av flogferðum úr Føroyum í sambandi við EM-endaspælið var tjúgu - til Berlin endaði tað við at verða 16. Sum skilst verða 24 túrar til norska høvuðsstaðin úr Vágum í januar. Serliga nógvar vera 14. januar, tveir dagar áðrenn fyrsta dystin hjá Føroyum, og tá fer sjálvt liðið eisini avstað.
Smyril Line siglir eisini 1.200 áskoðarar til Oslo. Heimasíðan skrivar, at hendan sølan byrjar klokkan tíggju og er frá 14. - 22. januar.
Her fara so yvir 1.000 atgongumerki. 62°N og Eventz, sum bæði áður hava selt fleiri hondbóltsferðir, samstarva um eina pakkaferð. Sølan til hetta byrjar eisini klokkan 10 í dag.
Fonn Flog hevur eisini lýst, at ein túrur fer at vera. So er spurningurin, hvussu stórur eftirspurningurin fer at vera samanlagt, og um fleiri annars spent fólk skjótt fara at standa uttan atgongumerkir.
HSF kunngjørdi í gjár, at man í heyst møguliga fær nakað fleiri atgongumerki til dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald