3-0 til Aston Villa og ein av møguliga trimum enskum finalusigrum er í hús.
Arsenal skal spæla Champions League-finalu móti PSG 30. mai, og Crystal Palce Conference League-finalu móti Real Vallecano, sum KÍ kundi møtt í play-off umfarinum, mikudagin 27. mai.
Tann fyrsta evropeiska finalan varð spæld mikukvøldið, og á leikvøllinum hjá Besiktast var so at siga eingin ivi, tá Aston Villa og Freiburg hittust.
Enska felagið skoraði tvey góð mál fyri steðgin - Youri Tielemans og Emiliano Buendia - og eitt í 58. minutti (Morgan Rogers).
![]()
Trý mál og eitt steyp at fegnast um hjá Aston Villa (Mynd: Manon Cruz/Reuters/Ritzau Scanpix)
Aston Villa hevur staðfest seg sum eitt sterkt lið seinastu árini og tryggjaði Champions League-pláss til næsta ár við sigri á Liverpool fríggjakvøldið.
Finalusigurin í Istanbul mikudagin tryggjaði Aston Villa fyrsta evropeiska steypið í 44 ár. Í 1982 vann Villa Europa Cup fyri meistaralið, sum svarar til núverandi Champions League.
![]()
Unai Emery og spælararnir takka fjepparunum. Spanski venjarin er serfrøðingur í at vinna júst Europa League (Mynd: Yasin Akgul/AFP/Ritzau Scanpix)
Venjari síðani oktober 2022 hevur verið Unai Emery, og spanski venjarin hevur flutt Villa nógv. Felagið í Birmingham er fastur gestur í Evropa, er komið langt í Champions League, og Unai Emery hevur nú vunnið Europa League á fimta sinni.
Hetta er met, og tað eru bert Carlo Ancelotti og Jose Mourinho, sum hava rokkið fimm evropeiskum steypum - teir hava so vunnið Champions League fleiri ferðir (Ancelotti fimm ferðir). Unai Emery hevur vunnið Europa League tríggjar ferðir við Sevilla (2014-2026), eina ferð við Villareal (2021) og nú við Aston Villa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald