Fótbóltur

Eyðun Klakstein og evropeisk samanumtøka í Fótbóltsskýlinum

Fótbóltsskýlið hevur vitjað landsliðsvenjarin, sum fyri stuttum hevur gjørt nýggjan sáttmála við FSF. Vit tóku samanum flottu gongdina og framtíðarætlanirnar. Við samrøðum og øðrum róðu vit aftur á hendingaríka viku hjá føroysku liðunum í Evropa. Sendingin byrjar klokkan 17.15.

Eyðun Klakstein hevur staðið á odda í umleið eitt og eitt hálvt á. Her sæst hann saman við Magna Mohr, kropsligum venjara, sum eisini hevur longt, og Peturi Knudsen: Framherjin sendi NSÍ víðari í Conference League í gjár undir trýstum umstøðum (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðun Klakstein hevur staðið á odda í umleið eitt og eitt hálvt á. Her sæst hann saman við Magna Mohr, kropsligum venjara, sum eisini hevur longt, og Peturi Knudsen: Framherjin sendi NSÍ víðari í Conference League í gjár undir trýstum umstøðum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-17 13:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðst í juni longdu Eyðun Klakstein og Fótbóltssamband Føroya sáttmálin, so 53-ára gamli klaksvíkingurin við toymi halda fram til og við 2029. Hetta eftir 15 dystir, átta sigrar og methøgt stigatal í undankapping.

Sí eisini: Nýggi sáttmálin hjá landsliðsvenjaranum er við at koma undir land

Hóskvøldið vitjaði Fótbóltskýlið A-landsliðsvenjaran hjá monnum "har úti" í Klaksvík. Har setti Eyðun Klakstein orð á tíðina higartil, sáttmálatilgongdina, menningina í føroyskum fótbólti, og hvørjar ætlanir eru framyvir.

Í sendingini, sum byrjar klokkan 17.15, hoyra vit samrøðuna og eisini samanumtøku frá evropisku vikuni hjá føroysku feløgini.

KÍ og NSÍ komu víðari við 2-1 sigrum á útivølli - NSÍ eftir stórt drama á Malta. Tey halda fram í ávikavist Champions League og Conference League næstu vikurnar, og HB kemur inn í Conference League hósdagin. Hjá Víkingi rakk tað ikki.

Lurta á FM1

Sendingin verður endursend í morgin, leygardagin 18. juli, og kemur eisini út á fm1.fo og Portalin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder