Fótbóltur

FA Cup: Geza var dagsins maður hjá Grimsby

Føroyingurin varð heiðraður eftir dystin móti Premier League-liði.

- Enn einaferð er nummar 15 hjá okkum framúrskarandi, staðfestir Grimsby. Stuðlarnir hjá felagnum fagnaðu føroyska miðvallaranum (Mynd: Grimsby Town Football Club)

- Enn einaferð er nummar 15 hjá okkum framúrskarandi, staðfestir Grimsby. Stuðlarnir hjá felagnum fagnaðu føroyska miðvallaranum (Mynd: Grimsby Town Football Club)

2026-02-16 14:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eydnaðist ikki Grimsby at basa Wolves, tá liðini hittust í 4. umfari í FA Cup í gjár. Tað endaði 0-1 í truplu umstøðunum á Blundell Park, men ein føroyingur skein burturúr.

Grimsby skýrdi eftir dystin gøtumannin Geza David Turi sum sín besta spælara á degnum. 

Sí eisini: Geza spældi 90 góðar minuttir móti Premier League-liði

[object Object]
Geza við heiðrinum í hond á illa farna vøllinum - miðvallarin fer ikki at vaska blusuna (Mynd: Grimsby Town Football Club)

[object Object]
Føroyingurin vísti dygdir - við og uttan bólt 

Grimsby hevur á Facebook-síðu sínari lýst tað sum "Another stand-out performance" from our #15"  - enn einaferð er nummar 15 hjá okkum framúrskaandi.

Hoyr samrøðu við Geza David Turi her: Fer at goyma skitnu FA Cup-blusuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder