Fótbóltur

FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í páskafrítíðini

30. og 31. mars verða Marghøllin og vøllurin á Vágseiði karmar um fótbóltsskúla, sum FC Suðuroy skipar fyri fyri børnum í aldrinum átta til 15 ár.

2026-03-14 15:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinast í marsmánaði hava skúlanæmingar páskafrítíð, og tá fer FC Suðuroya at skipa fyri fótbóltsskúla.

Flestu fótbóltskúlarnir kring landið hava ligið í summarfrítíðini, men í ár ynskir FC Suðuroy at byrja fótbóltsárið við einum fótbóltsskúla mánadagin 30. og týsdagin 31. mars.

Marghøllin og vøllurin á Vágseiði verða í ár karmar um fótbóltsskúlan, og koma venjarar úr FC Suðuroy, umframt nakrir úr øðrum feløgum at standa fyri venjingunum.

Umframt fótbóltsvenjing, so eru eisini spøl, matur, hugnaligur felagsskapur og svimjing á skránni hesar dagarnar í Vági.

Tilmeldingin til fótbóltsskúlan byrjaði í vikuni og longu nú hava nógv meldað til. Aldursmarkið er átta til 15 ár. Fótbóltsskúlin er fyri øll, óansæð úr hvørjum felag ella hvørjum menningarstigi ein er á.

Seinasti partur av fótbóltsskúlanum verður skipaður sum dystarseinnapartur við nógvum blandaðum liðum og tá ið skúlin endar fáa allir luttakararnir eisini hvør sín fótbólt og t-shirt.

Tilmelding fer fram á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder