
Undan dagsins dysti á Eiðinum hevði FC Suðuroy tapt tíggju dystir á rað. Men uppflytararnir úr sunnaru helvt av Suðuroynni tykjast at duga væl at vinna teir "røttu dystirnar": Í 4. og 5. umfari vann FC Suðuroy á kappingarneytunum í botnstríðnum - ávikavist TB og 07 Vestur - og nú vágamenn vóru á skránni aftur, bragaði aftur hjá teimum í bláum.
07 Vestur legði seg annars á odda, tá útiliðið gagnnýtti eitt stórt mistak í uppspælinum hjá FC Suðuroy. Mikkel Jakobsen fekk fatur á bóltinum við brotsteigarmarkið, tók tvær skjótar nertingar og setti síðani bóltin væl niður í tættara málhornið.
Heimaliðið tók tó yvir stutt fyri steðgin og sat á tingunum - eisini eftir steðgin tá liðið hjá Pól Thorsteinsson hevði mótvind. Fyrst beindi vælleikandi Dánjal Godtfred bóltin hegnisliga í netið í sambandi við hornaspark, og átta minuttir eftir steðgin legði ganabúgvin Eliasu Champang FC Suðuroy á odda. Hetta var eftir at Sonni Ragnar Nattestad ikki avgreiddi eina verjustøðu nóg væl.
Dànjal Godtfred var í dag í miðverjuni. Umframt at vinna eina rúgvu av boltum, skoraði royndi vágbingurin eitt mál í týðandi sigrinum (Savnsmynd: Bjartur Vest)
Fríði Holm spældi ein frálíkan dyst sum fremsti maður hjá FC Suðuroy - og síðani sum vongur eina løtu - har 22-ára gamli vágbingurin javnt og samt órógvaði 07 Vestur-verjuna. Fríði legði upp til 2-1 málið, og miðskeiðis í 2. hálvleiki slapp hann sjálvur avstað og skoraði sítt fyrsta mál í kappingarárinum: 3-1.
Tað gjørdist ov tungt hjá 07 Vestur at venda hesari støðuni til stig. Liðið hjá Michael Schjønberg skoraði annars til 3-2 og minkaði eisini, eftir at innskifti Teit Hjelm hevði skorað til 4-2: Átta mál skotin undan dystinum men nú er hetta talið hjá FC Suðuroy fyri árið 12, og ein lyklasigur kom í hús eftir inntensa uppgerð.
Í Vágum noyðist man at síggja í eyguni, at "venjaraeffektin" eftir skiftið í mai er av, og at man av álvara er í niðurflytingarvanda. Liðið hevur nú tapt fimm dystir á rað, hevur bert sjey stig eftir 16 umfør og hevur tað torført í lykladystunum móti suðuroyarfeløgunum: Higartil talan um trý tap í fýra slíkum dystum.
07 Vestur og TB hava nú tvey stig upp til FC Suðuroy, sum í inntensa botnbrakinum seinnapartin yvirhálaði. TB tapti sum væntað greitt fyri NSÍ: Uppflytarin spældi við einum ógvuliga ungum liði, tá NSÍ vitjaði og vann 6-2 við Stóra. Miðalaldurin í byrjanaruppstillingini hjá TB var ikki langt omanfyri tjúgu.
Harvið hevur NSÍ nú skorað tíggju mál tveir teir seinastu dystirnar. Fínt áðrenn Conference League, liðið er fyribils á 2. plássi aftur, men hetta er helst ov lítið til at bjóða KÍ av vð aftur.
Betrideildin 16. umfar - seinasta umfarið undan summarsteðginum
Í dag, leygardagin 5. juli
FC Suðuroy - 07 Vestur 4-3 (1-1)
20' Mikkel Elbæk Jakobsen 0-1
41' Dánjal Godtfred 1-1
54' Eliasu Champang 2-1
67' Fríði Holm 3-1
76' Nicolai Møller Dohn 3-2
82' Teit Hjelm 4-2
90' Tobias Fabian Giusti
TB - NSÍ 2-6 (0-4)
19' Klæmint Andrasson Olsen 0-1
28' Michal Przybylski 0-2
39' Aron Knudsen 0-3
45 (+2)' Emil Weihe Joensen 0-4
61' Aron Knudsen 0-5
68' Jann Benjaminsen, br. 0-6
71' Nikolei Johannesen 1-6
85' Mohammed Samba 2-6
Sí meira um dystin her
17.15: B68 - EB/Streymur
Í morgin, sunnudagin 6. juli
15.00: B36 - HB
Hósdagin 3. juli
Víkingur - KÍ 0-1 (0-0)
64' Daniel Johansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald