Føroyska A-landsliðið, sum fríggjadagin spælir undankappingardyst móti Kroatia, setur fyrrapartin kós móti Kroatia.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Ferðalagið kom til Keypmannahavnar í gjár, og hevði eina venjing á heimavøllinum hjá Fremad Amager á Sundby Idrætspark. Fyrrapartin verður flogið til kroatiska høvuðsstaðin, Zagreb, og síðani verður koyrt við bussi í hálvan triðja tíma til Opatija.
23 spælarar eru við í ferðalagnum í dag, og Hanus Sørensen, sum dagliga spælir í Slovenia, hittir hinar í Rijeka-økinum, har dysturin verður leiktur fríggjakvøldið kl. 19:45.
Týsdagin í næstu viku verður spælt móti Kasakstan í einum venjingardysti. Dysturin verður spældur á Aldo Drosina Stadion í Pula, sum liggur nakað vestan fyri Rijeka.
--
Vit hittu Andrias Edmundsson á Amager mánadagin seinnapart. Ósigraðu flætturnar eru eitt sindur broyttar síðan vit sóu hann seinast:
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald