Kreppufundur var í altjóða fótbóltssambandinum, Fifa, í gjár. Fundurin varð hildin í Rabat í Marokko. Úrslitið av fundinum er eitt skriv, har tað framgongur, at Gianni Infantino, Fifa-forsetin, framvegis fær fullan stuðul innanífrá.
Men felagsskapurin kemur eisini við eini umbering fyri ætlanirnar frá farnu viku um eina skipan, ið skuldi selja heimsmeistaraskapin í fótbólti til privatar íleggjarar.
- Vit ásanna, at eitt mistak varð gjørt í sambandi við framløguna av ætlanini um Fifa Forward Enterprise, FFE. Tað var als ikki ætlanin, at leiðslan í Fifa (Fifa Council) og limalondini skuldu kenna seg útihýst frá tilgongdini.
- Vit viðganga, at tað eisini var eitt mistak, at uppskotið lak út til miðlarnar.
- Vit biðja inniliga um umbering fyri hesi mistøk, og plikta okkum til at hetta ikki hendir aftur.
Í skrivinum verður lagdur dentur á, at uppskotið hjá Infantino um, at tað skal vera møguligt at keypa partar í Fifa kappingum, nú er tikið av borðinum, og tað nú verður hugt frameftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald