Eftir eitt ár í B36 skal Filip Djordjevic spæla fyri eitt annað felag í 2026.
Hetta hevur verið meira ella minni greitt í eina tíð. Sum bolt.fo skrivaði fyrr í dag, hevur álopskendi serbiski spælarin verið settur í samband við NSÍ - men eisini at Víkingur hevur verið í myndini og kanska er tað meira sannlíka skiftið hjá honum.
Portalurin hevur í dag fingið váttað frá fleiri góðum keldum, at Filip Djordjevic hevur verið uppá tal í fleiri feløgum í Eysturoynni, men at hann eftir øllum at døma vendir aftur á gamlar gøtur.
Nú 31-ára gamli spælarin kom til Víking frá KÍ á sumri 2012 og spældi har til og við kappingarárið 2019. Har var Filip Djordjevic við at vinna tvey tey fyrstu føroyameistaraheitini hjá felagnum og steypakappingina fýra ferðir, umframt at liðið í tíðarskeiðnum kom víðari í Evropa fýra ferðir.
![]()
Filip í evropeiskum dysti fyri Víking. Í slíkum vísti nú 31-ára gamli maðurin, sum tá oftast var vinstri vongur, høgt toppstig
Víkingur vann stríðið við júst B36 um síðsta evropeiska plássið. Filip Djordjevic fekk góða byrjan í B36 men hevur í seinni hálvu sitið rímiliga nógv á bonkinum (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)
Sambært okkara upplýsingum hevur maðurin, ið hevur verið í Føroyum, síðani í 2010, gjørt avtalu við Víking. Sum skilst skal talan vera um tvey-ára sáttmála.
Partarnir hava ikki váttað tíðindini. Tað er tó greitt, at Víkingur skal styrkja hópin: Atli Gregersen er givin, Aron Jarnskor Ellingsgaard heldur ikki fram í felagnum, Martin Klein Joensen er farin til ÍF, og Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen fara eftir øllum at døma eisini víðari.
Sáttmálin við B36 gekk út við kappingarenda og varð ikki longdur. Sambært Faroesoccer spældi Filip Djordjevic 26 dystir við besta liðnum hjá B36, har hann skoraði eitt mál. Samanlagt hevur hann spælt 352 dystir í fremstu mansdeildini og umframt nevndu feløg: Við EB/Streymi, TB og ÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald