Fótbóltur

Fjórði føroyski U21-sigurin á rað

Føroyar vunnu seinasta dystin í síðstu undankapping og eru byrjaðar hesa EM-undankappingina søguliga væl.

Stórur føroyskur fagnaður á Frontiere leikvøllinum í Luksemborg eftir at liðið hevði strítt seg til ein 1-0 sigur (Mynd: FSF)

Stórur føroyskur fagnaður á Frontiere leikvøllinum í Luksemborg eftir at liðið hevði strítt seg til ein 1-0 sigur (Mynd: FSF)

2025-09-10 07:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir, tríggir sigrar og harvið níggju stig - og í løtuni eitt greitt 1. pláss í bólkinum.

Hetta er úrtøkan hjá føroyska U21-landsliðnum higartil í 2025. Tríggir sigrar á rað at byrja slíka undankapping er óhoyrt.

Føroyar rukku níggju stigum í gjárkvøldið í Luksemborg, har Dávid Reynheim skoraði einasta málið eftir upplegg frá Heina Fossdalsá Sørensen, og Hans Jákup Arngrímsson og hinir hildu málið reint - millum annað við at bjarga brotssparki.

Sí eisini: Málið hjá Dávidi, bjargingin hjá Hans Jákupi og føroyska fagnaðarløtan (Video)

Les eisini: Níggju stig av níggju gjørligum: U21 gjørdi tað aftur

[object Object]
Hans Jákup Arngrímsson og Dávid Reynheim, ið á hvør sín hátt áttu ein stóran leiklut í sigrinum á Luksemborg í gjár (Mynd: Virgar Hvidbro/FSF)

Føroyar hava harvið fingið eina framúrskarandi byrjan í stríðnum um at koma til EM-endaspælið í 2027.

Liðið hjá Ólavi Mikkelsen feldi fyrst Estland í Klaksvík í juni, og í báðum útidystunum her í september er tað endað við flottum stríðssigrum á útivølli.

Harvið er sigursrøðin hjá U21-landsliðnum nú komið uppá søguliga talið fýra dystir.

Føroyar - tá undir leiðslu av Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen - vunnu 1-0 á Hvítarusslandi í síðsta umfari í 2024.

Seinastu fýra dystirnir hjá U21-landsliðnum:

Undankapping til EM 2027 (spældir í 2025):
Luksemborg - Føroyar 0-1
Ísland - Føroyar 1-2

Føroyar - Estland 2-1

Undankapping til EM 2025 (spældur í oktober 2024)
Føroyar - Hvítarussland 1-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder