Fótbóltur

Flogfarið við Hamrun Spartans flýgur eftir ætlan til Føroya tíðliga hósmorgunin

Sum nú er, stendur leiguflogfarið við mótstøðuliðnum hjá NSÍ at lenda í Vágum klokkan 08.30, og dystarbyrjan er 19.45 Men alt veldst um veðrið - UEFA hevur heimild at útseta dystin í upp til 24 tímar.

Daniel Obbekjær og hinir NSÍ'arnir mugu bíða, til teir hjá Harmun Spartans hava lent fyri at vita endaligt, um spælt verður í annaðkvøld ella ikki (Mynd: Sverri Egholm)

Daniel Obbekjær og hinir NSÍ'arnir mugu bíða, til teir hjá Harmun Spartans hava lent fyri at vita endaligt, um spælt verður í annaðkvøld ella ikki (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-08 22:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakað av óvissu er framvegis um, hvørt NSÍ og Hamrun Spartans kunnu spæla fyrra Conference League-dystin millum liðini hóskvøldið klokkan 19.45 í Klaksvík.

Leiguflogfarið við liðnum av Malta fekk ikki lent í Vágum fyrrapartin og hevur tí størsta partin av mikudegnum verið veðurfast í Bergen.

Flogførini hjá Atlantic Airways eru lend í dag, men fyritreytirnar eru ikki eins góðar hjá flogfarinum hjá Trade Air.

[object Object]
Soleiðis sá út í Vágum seinnapartin - og áleið eisini soleiðis fyrrapartin tá flogfarið úr Malta skuldi lenda

Spurningurin er so, um tað gongst betri, tá ein roynd mest sannlíkt verður gjørd hósmorgunin. Í løtuni stendur maltesiska liðið at flúgva úr Bergen, um tað viðrar í Vágum, klokkan átta lokala tíð. Sum skilst skal maltesiska ferðalagið møta á flogvøllinum ein tíma áðrenn, har endalig støða verður tikin. 

Sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn stendur leiguflogfarið at lenda sum tað fyrsta í morgin, klokkan 08.30 føroyska tíð. Men tað er framvegis nakað av óvissu í hesum.

Mjørkaætt er, sum bolt.fo skrivar, og hesin túrurin kann eisini verða útsettur.

Í reglugerðini hjá UEFA stendur, at ein slíkur evropeiskur dystur kann verða útsettur í upp til 24 tímar undir serligum umstøðum. Og Portalurin hevur fingið upplýst, at hetta kann koma undir tað. 

Tað vil siga, at UEFA hevur heimild at útseta dystin til fríggjakvøldið. Og hetta kann henda, um teir hjá Hamrun Spartans ikki lenda sum ætlað í aðru royndini.

Í Hamrun Spartans ynskir man at útseta Conference League-dystin, meðan í NSÍ er man til reiðar at spæla sum ætlað hóskvøldið.

Sí eisini: Dysturin hjá NSÍ hongur í leysari luft - mótstøðuliðið vil útseta dystin

Støðan verður greiðari fyrrapartin hósdagin - vit fylgja gongdini.

Conference League 1. umfar
Hósdagin 9. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ -  Hamrun Spartans (Malta)

FM1 sigur frá dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder