Tær hjá Føroyum bæði fegnaðust og iðraðu seg eftir dramatiska dystin móti Serbia.
Tí tvey stig høvdu hildið fjórðingsfinaludreyminum á lívi, og Føroyar kundu við brotskasti í 53. minutti økt til 29-26. Men Pernille Brandenborg brendi tíverri, og Serbia slapp undir liðuna aftur - og síðani frammum.
Tað var 30-31, tá Jovana Jovović við 15 sekundum eftir var púra frí ígjøgnum. Men ístaðin fyri at avgerða drálaði hon, var síðani sein at sleppa bóltinum og stillaði seg fyri, tá Annika Fríðheim Petersen skuldi kasta út.
Hetta sleppur man ikki, og tá tað er í seinasta hálva minuttinum, so kostar hetta reytt kort og brotskast. Hetta tóku Føroyar av, og tað var dagsins spælari og toppskjútti, Jana Mittún, sum tók ábyrgd. Hon smekkaði bóltin uppundir nettakið, og so høvdu Føroyar strítt seg til sítt fyrsta stig higartil í einum HM-miðumfari.
![]()
Pernille Brandenborg og Jana Mittún - samanlagt 16 mál og stóran stríðsinnsats móti Serbia (Mynd: Sverri Egholm)
Tað var ógvuliga hóskandi, at júst Jana Mittún fekk síðsta orðið og gjørdist føroyska hetjan. 22-ára gamli hoyvíkskvinnan stóð fyri einum álopsavriki í heimsflokki: 11 skot, 10 mál (91 prosent) og sjey upplegg - alt flest av øllum á vøllinum. Umframt hetta legði Jana eitt stórt trýst á serbisku verjuna.
Tað hevur verið greitt í nøkur ár, at Jana Mittún hevur hondbóltsevni á høgum stigi. Í dag var týðiligt, at hon hevur lagt afturat, og at kviki og ídni føroyski bakspælarin kann røkka tindinum - og er í roynd og veru við at klúgva upp ímóti teimum. Og spælið í føroysku bakketuni í dag: Ja, tað rakk til tíðir tindunum.
Maria Pálsdóttir Nólsoy er eisini eitt stórt talent - úr Føroyum og í bestu donsku deildini. Hon spældi seinastu 40 minuttirnar sítt greitt besta spæl síðani løturnar í 2. hálvleiki móti Spania: Sannførandi, snilt og samanspælið millum Mariu, Janu og Súnu Krossteig Hansen í 7 móti 6 var í fleiri løtum eftir steðgin fullkomiliga framúr.
![]()
Maria Pálsdóttir Nólsoy var nógv meira mitt fyri í dag, og tað klæddi spælinum hjá nummar 21 (Mynd: Sverri Egholm)
![]()
Súna Krossteig Hansen stóð fyri nógvum málum á ymsan hátt - og hon "trekti" eisini eitt reytt kort: 25-ára gamli bakspælarin tók eitt stórt tak fyri liðið (Mynd: Sverri Egholm)
Súna Krossteig Hansen tók sum altíð stóra ábyrgd í nærdystunum, og 10'arin skoaði nógv góð mál - samanlagt fimm í tali. Súna legði eisini upp fýra ferðir, og hennara ferð og ídni gav Serbia meira og meira høvðbrýggj út á dystin.
Tíverri brendu Súna og Maria hvør sítt skot eftir annars góð gjøgnumbrot seinastu løtuna, og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe rakti eisini tvørtræið. Ungi vongspælarin kom annars inn og skoraði eitt flott mál og vardi í løtum fyrimindarliga væl móti sterka serbiska høgra vonginum.
Okkara høgri vongur í dag skoraði nøkur ógvuliga týðandi mál: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen fekk nógvar bóltar nakað fyri og nakað eftir miðjan 2. hálvleik, og vestmannakvinann setti fýra teirra í netið. Hetta var við at fáa Føroyar fyrst tættari at Serbia - og síðani frammum.
Sum heild tóku føroysku málverjarnir ikki nóg mikið. Tó vóru týðandi bjaringar hjá báðum, sum kundu gerast avgernandi. Í verjuni var annars kanska serliga at leggja merki til, hvussu nógvar nærdystir Lív Zachariasen tók og vann mitt fyri.
Talan var annars um ein dyst, sum í serliga 1. hálvleiki var nógv merktur av tekniskum villum. Men Føroyar minkaðu av álvara um hetta í 2. hálvleiki.
Hagtøl síggast niðanfyri
---------------------------------------------------------------
HM-miðumfar bólkur II - 2. umfar
Westfallenhalle, leygardagin 6. desember
Føroyar - Serbia 31-31 (14-16)
Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 4-7
15 min: 7-9
20 min: 10-11
25 min: 11-13
30 min: 14-16
35 min: 17-18
40 min: 19-21
45 min: 24-23
50 min: 27-26
55 min: 29-29
60 min: 31-31
Føroysku málskjúttarnir:
Jana Mittún 10 - dagsins spælari
Pernille Brandenborg 6 (3)
Súna Krossteig Hansen 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4
Anna Elisabeth Haldóttir Weyhe 1
Elsa Egholm 1
(45 skot - 31 mál = 68 prosent)
Upplegg-:
Jana Mittún 7
Maria Pálsdóttir Nólsoy 5
Súna Krossteig Hansen 4
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Bjargingar:
Rakul Wardum 3
Annika Fríðheim Petersen 3
Útvísingar:
Serbia: 6
Føroyar: 3
Tekniskar villur:
Serbia: 14
Føroyar: 12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald