Dagføring kl. 11:40: Fyri lítlari løtu síðan lendi flogfarið við Hamrun Spartans í Vágum.
--
Flogfarið við hópinum hjá mótstøðuliðnum hjá NSÍ fekk ikki lent í gjár og mátti liggja nátt í Bergen.
Nú verður aftur ein roynd gjørd at lenda í Føroyum - eftir øllum at døma tann seinasta í dag.
Sí eisini: Mótstøðuliðið hjá NSÍ roynir nú aftur at seta kósina móti Føroyum
Tá flogfarið nærkaðist Sandoynni varð farið at flúgva í ring. Nú verður helst bíðað eftir einari eitt sindur klárari løtu í Vágum.
Dagført 11.27: Júst nú sæst leiguflogfari hjá Hamrun Spartans ikki á Flight Radar, men tað er framvegis í bíðistøðu. Sambært fae.fo stendur flogfarið sum "seinkað"
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald