Fótbóltur

Flytingarvindeygað letur aftur hósdagin

Freistin at skifta felag, er hósdagin klokkan 16, og er hetta galdandi fyri øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í ár.

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2025-07-15 15:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Eftir at hava verið opið í skjótt ein mánað, letur flytingarvindeygað hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur hósdagin 17. juli klokkan 16:00.

Tað merkir, at øll, kvinnur og menn, gentur og dreingir, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2025, og sum ætla at skifta felag í summar, skulu fáa hetta avgreitt, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur.

Til fyri trimum árum síðani var flytingarvindeygað annars bara galdandi fyri spælarar, ið vóru sáttmálabundnir. Men soleiðis er ikki longur. Í 2022 broyttust hesar reglur, og tað merkir, at flytingarvindeygað nú umfatar øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í kappingarárinum.

Seinasta freist at flyta millum feløg í hesum umfarinum er tískil hósdagin 17. juli 2025 klokkan 16:00, og er hetta galdandi fyri allar fótbóltsspælarar, ið fyltu 15 ár áðrenn 1. januar í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder