
Sunnudagin fór niðara endaspælið í Betrideildini hjá kvinnum í gongd. Í kvøld snýr tað seg um ovara endaspælið, FM-bólkin.
Eftir grundspælið hava liðini hesi stigini:
1. KÍ 36 stig
2. NSÍ 36 stig
3. HB 31 stig
4. Víkingur 28 stig
Í mun til í fjør, telja bert málini í innanhýsis dystum millum liðini við eftir grundspælið
Spælast skulu 9 umfør, sum svarar til tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum.
Tað kundi líktst einari kapprenning millum KÍ og NSÍ, men HB hevur vunnið á báðum í grundspælinum og hevur eisini styrkt seg í summarsteðginum við ungum profilum úr B36 og Skála. Talan er um Súsannu Laksafoss Godtfred og Jakobinu Bergsdóttir.
Fyrstu dystirnir verða spældir í kvøld.
1. umfar í FM-bólkinum
Mikukvøldið 6. august
19.00: HB - KÍ
19.30: Víkingur - NSÍ
NSÍ var í síðstu viku í Norðurmakedónia og spældi Champions League. Talan gjørdist um eitt 4-1 tap fyri vertunum, men móti bulgarsku meistarunum, NSA Sofia, vann NSÍ heili 4-0.
Sí eisini: Stórt og mennandi fyri NSÍ at spæla í Champions League
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald