Nógv stendur uppá spæl hjá serliga 07 Vestur og FC Suðuroy í dag, sum berjast um 8. plássið og enn einum ári í deildini.
Sí eisini: Lagt er upp til gysarar í Gundadali
KÍ fær steypið og gullkrónurnar handað í Runavík, har eitt skert NSÍ-lið skal royna at halda lív í vónini um 2. plássið.
Sí eisini: Brandur Hendriksson skal undir skurð í dag
Samstundis kann HB avgerða tað við egnum mátti í Sarpugerði, har Atli Gregersen spælir sín seinasta heimadyst.
FM sendir frá klokkan 14.20. Trygvi Absalonsen verður í Sørvági, Per D. Jacobsen í Gundadali, og vit hoyra nógv frá teimum báðum avgeandi dystunum. So kemur Pætur Nolsøe eisini inn í løtum við Løkin. Eftir dystin har hevur hann gullsamrøður.
Betrideildin menn, 27. og seinasta umfar
Í dag, leygardagin 25. oktober
07 Vestur – EB/Streymur (FM1)
B36 – FC Suðuroy (FM1)
NSÍ – KÍ (FM1)
Víkingur – HB
TB – B68
Allir dystirnir byrja klokkan 14.30. Til ber at lurta frá klokkan 14.20 á FM1 og fylgja gongdini - eisini er livescore ovast á Portalinum
Støðan undan seinastu dystunum:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald