Fótbóltur

FM1: Eli Simonsen og Svenn Olsen vitja Fótbóltsskýlið

Trygvi Absalonsen og gestirnir fara at taka saman um steypahálvfinalurnar, hyggja fram ímóti 15. umfari í Meistaradeildini og eftir hvat annað rørir seg í føroyskum fótbólti Sendingin byrjar eftir tíðindini klokkan 17.

Eli Simonsen og Trygvi Absalonsen vera til reiðar við mikrofonirnar í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Eli Simonsen og Trygvi Absalonsen vera til reiðar við mikrofonirnar í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2026-06-26 12:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur og KÍ hava spælt seg í finaluna um Løgmanssteypið - á ógvuliga ymiskan hátt - og í landskappingini er stórur spenningur á øllum mótum.

Sí eisini: KÍ og Víkingur spæla steypafinaluna 5. september

Flytingarvindeygað er opið, evropeisku dystirnir nærkast og harvið er nógv at tosa um í hesum døgum.

Tað fara Trygvi Absalonsen, Eli Simonsen og Svenn Olsen at gera í Fótbóltsskýlinum í dag.

Sendingin byrjar umleið klokkan 17.15 - beint eftir tíðindasendingina

Lurta á fm1.fo ella á vanligu frekvensum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder