Fótbóltur

FM1: Seta 2. umfar á breddan frá klokkan 17.15

Fyrst Fótbóltsskýlið við Ólavi Mikkelsen og Jákupi Ósa og síðani seta vit til Trygva Absalonsen og Finnur Justinussen, sum eru til reiðar at siga frá Víkingi-B36. Lurta beinleiðis á FM1.

Ólavur Mikkelsen vitjar Skýlið í dag. Strandingurin hevur áður verið hjálparvenjari hjá Jóhan Peturi Poulsen í Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)

Ólavur Mikkelsen vitjar Skýlið í dag. Strandingurin hevur áður verið hjálparvenjari hjá Jóhan Peturi Poulsen í Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-13 16:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 18.30 byrjar fyrsti dystur í 2. umfari í Meistaradeildini hjá monnum, og FM1 sigur frá í Sarpugerði, har Víkingur og B36 bresta saman.

Trygvi Absalonsen og Finnur Justinussen sita klárir í Sarpugerði stutt fyri tað og fara at leiða lurtaran ígjøgnum dystin.

Lurta á fm1.fo - ella á vanligu frekvensunum

Fótbóltsskýlið hitar upp

Áðrenn dystin, fara vit at hita upp til hann og til 2. umfar sum heild.

Hetta saman við U21-landsliðsvenjaranum og viðmerkjaranum Ólavi Mikkelsen. Strandingurin hevur áður verið hjálparvenjari hjá Jóhan Peturi Poulsen í Víkingi.

Ólavur fer eisini at greiða eitt sindur frá U21-landsliðnum, sum seinni í mánaðinum skal til Sveis. Úttøkan til hetta verður mánadagin.

Vit ringja eisini til Jákup Ósa fyri at fáa fyrstu metingingarnar hjá fótbóltstíðindamanninum, sum eisini fer at hyggja fram ímóti stórdystinum millum KÍ og NSÍ sunnudagin.

Lurta á fm1.fo - ella á vanligu frekvensunum

Sendingin Fótbóltsskýlið kemur eisini út á FM1 og Portalin í kvøld

Beinleiðis dagføringar úr Norðagøtu vera ovast á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder