Fótbóltur

FM1 sigur frá FC Suðuroy - 07 Vestur og HB - B36

Trygvi Absalonsen er til týðandi botndystin í Vági, sum byrjar klokkan 13.30. Seint seinnapartin sigur Pætur Nolsøe frá grannauppgerðini í Gundadali. Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

Frá einum av sunnastu punktunum í Evropa - til sunnaru hálvu av Suðuroynni: Trygvi Absalonsen er eftir landsliðsuppgávu aftur í dag til reiðar, tá spennandi dystur er í landskappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Frá einum av sunnastu punktunum í Evropa - til sunnaru hálvu av Suðuroynni: Trygvi Absalonsen er eftir landsliðsuppgávu aftur í dag til reiðar, tá spennandi dystur er í landskappingini (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-14 11:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FM1 sigur frá tveimum dystum, ta fremsta mansdeildin í dag fer í gongd aftur eftir landsliðssteðg.

Talan er um tveir teir mest spennandi dystirnar á pappírinum: Botnbrakið í Vági og grannauppgerðina í Gundadali.

Tað eru ávikavist Trygvi Absalonsen og Pætur Nolsøe, sum taka sær av frásagnunum.

Sí eisini: Betrideildin byrjar aftur við botnbraki

FM1 hoyrist her - umframt á ymiskum frekvensum

Til ber eisini at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum - Televarpið vísir allar dystirnar.

Betrideildin 22. umfar
Sunnudagin 14. september

13.30: FC Suðuroy - 07 Vestur (FM1 - Trygvi Absalonsen)

15.00: 
NSÍ - TB
EB/Streymur - B68

17.15: HB  B36 (FM1 Pætur Nolsøe)

Í morgin, 15. september
18.30: KÍ  - Víkingur

Støðan:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder