Í kvøld skal KÍ royna seg í fyrra dystinum í 1. umfari í Champions League. Hetta móti meistaraliðnum úr Luksemborg.
KÍ stendur sum favorittur, men tað er ilt at meta um, júst hvat føroyameistararnir fara at møta í Klaksvík.
Les meira í upptaktini her: KÍ skal taka fyrsta fetið móti longum evropeiskum summari
FM1 og Portalurin gera nógv burturúr Champions League-kvøldinum.
Sagt verður frá beinleiðis á FM1. Tað vera Pætur Nolsøe og Jóan Pauli Jacobsen, sum fara at leiða lurtaran ígjøgnum dystin.
Aftaná verða samrøður - eisini videosamrøður á Portalinum. Har ber til at fylgja gongdini beinleiðis, og ymiskt annað tilfar verður eisini úr Klaksvík, har KÍ og Bissen byrja klokkan 19.45.
Champions League 1. umfar, fyrri dystur
Í dag, týsdagin 7. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - FC Atert Bissen (Luksemborg)
FM1 sigur frá og tað veðrur eisini nógv tilfar frá dystinum á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald