
Stórur fótbóltssunnudagur er, nú landliðssteðgurin er av, og landskappingin hjá monnum fer inn í endaspurtin.
Avgerðirnar í teimum trimum stríðunum, sum ikki eru avgjørd enn, kunnu fella í dag.
Mest sannlíkt avgerð Víkingur stríðið um 4. og seinasta evropeiska plássið, men tað krevst kanska ein sigur móti FC Suðuroy, ið hevur alt at spæla.
Um FC Suðuroy vinnur á Víkingi, so er serliga stórt trýst á 07 Vestur, ið er á Toftum. TB fer meira ella minni niður, um tað ikki eydnast at fáa stig á útivølli móti føroyameistarunum.
Dagurin endar við braki um 2. plássið í Gundadali. Vinnur NSÍ, so er yvirstaðið har; HB yvirhálar við sigri.
Sí eisini: Dysturin um 2. plássið og møguligar milliónaupphæddir liggur fyri seg
Sagt verður frá í Vági (Pætur Nolsøe), á Toftum og í Gundadali (Trygvi Absalonsen)
Lurta á fm1.fo - ella á røttu frekvensunum
Betrideildin 26. og næstseinasta umfar
Í morgin, sunnudagin 18. oktober
14.00:
KÍ - TB
FC Suðuroy - Víkingur (FM1)
EB/Streymur - B36
B68 - 07 Vestur (FM1)
17.15: HB - NSÍ (FM1)
Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.
Støðan:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald