
Seinasti dystur í 9. umfari í fremstu mansdeildini varð spældur á Eiðinum seinnapartin, har FC Suðuroy tók ímóti Víkingi.
Favorittarnir og føroyameistararnir komu tíðliga á odda: Olaf Bárðarson fann Jákup Johansen, sum staddur á brotssparksblettinum var eirindaleysur. Strandingurin var í dag fremsti maður hjá Víkingi.
Tíðliga í 2. hálvleiki økti Sølvi Vatnhamar, sum í morgin fyllur 39 ár. Talan var um vælspælt Víkinga-álop. Ragnar Skála kom ígjøgnum í høgru og legði ein vandamikla sending inn fyri FC Suðuroy-málið. Har kastaði 10'arin hjá Víkingi seg fram og skoraði til 2-0.
(Mynd: Bjartur Vest)
Annað málið hjá Sølva í ár og triði sigurin á rað í Betrideildini gjørdist verleiki nakað seinni. Víkingur helt aftur málið reint og er nú á 5. plássið. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen nærkast nú havnarfeløgunum - tvey stig eru upp til B36 og fýra stig eru upp til HB.
Júst HB, sum í dag hevur skift venjara, vitjar í Sarpugerði fríggjakvøldið. Tá fer Víkingur eftir at enda fyrsta triðing, ið hevur verið tungur, væl og í øllum førum vera nær við at koma inn í topp-fýra.
8. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, sunnudagin 4. mai
FC Suðuroy - Víkingur 0-2 (0-0)
Í gjár, leygardagin 3. mai
HB - NSÍ 1-7 (0-2)
Sí eisini: HB fyri fullkomiligar eyðmýking á heimavølli
B36 - EB/Streymur 1-2 (0-1)
B68 - 07 Vestur 2-1 (0-0)
Sí eisni: EB/Streymur skelkaði B36 - B68 vann seg uppum strikuna
Hósdagin 1. mai
KÍ - TB 10-0 (5-0)
Sí eisini: KÍ vann við tíggju málum á TB
Støðan:
1. NSÍ 24 stig
2. KÍ 24 stig
3. HB 15 stig
4. B36 13 stig
5. Víkingur 11 stig
6. EB/Streymur 10 stig
7. B68 7 stig
8. FC Suðuroy 6 stig
---------------------
9. TB 5 stig
10. 07 Vestur 1 stig
Umfar verður fríggjakvøldið, tá millum annað toppbrak verður, og leygardagin. Sí skránna HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald