Fótbóltur

Føroyar endaðu flotta árið væl

Petur Knudsen skoraði á hegnisligan hátt einasta málið í venjingardystinum móti Kasakstan, men Føroyar skaptu støður til fleiri mál og vunnu fult uppiborið.

Føroyar fegnast eftir at ein av mongu góðu støðunum gav úrslit. Petur Knudsen var knappur, tá skot hjá Arnbirni Svensson kom ímóti honum í brotsteignum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar fegnast eftir at ein av mongu góðu støðunum gav úrslit. Petur Knudsen var knappur, tá skot hjá Arnbirni Svensson kom ímóti honum í brotsteignum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-18 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska manslandsliðið hevur havt eitt frálíkt 2025, og tað endaði hóskandi við einum sigri. Hetta var í kvøldsins venjingardyst í Kroatia, har Føroyar og Kasakstan hittust. Liðini spældu sínar seinastu HM-undankappingardystir í síðstu viku: Føroyar taptu 3-1 fyri Kroatia, meðan Kasakstan megnaði at spæla javnleik móti Belgia.

Sí eisini: Manslandsliðið setti øll jaligu málmetini í HM-undankappingini

Video: - Løgið at Real Madrid ikki hevur ringt og keypt fýra spælarar

Eyðun Klakstein hevði gjørt sjey broytingar á liðnum, í mun til dystin fríggjakvøldið. Føroyar byrjaðu nógv betri og innan tíggju teir fyrstu minuttirnar høvdu Føroyar longu havt fimm hornaspørk. Men uppá deyðbóltarnir fingu føroyingar ov lítið burturúr í kvøld - hóast innleggini hjá Árna Frederiksberg og Adrian Rúnason Justinusson sum oftast løgdu væl: Tað var ikki tí, at teir hjá Kasakstan sóu út til at dekka super væl upp, men føroysku renningarnar tyktust ikki at sita í øllum støðunum.

Í 25. minutti eydnaðist tó at skora stutt eftir ein deyðbólt. Føroyar hildu trýstinum væl, Jóannes Bjartalíð lyfti bóltin væl innfyri, Arnbjørn Svensson smekkaði til, og tætt við fimm-metur strikuna stóð Petur Knudsen púra klárur. Hóast NSÍ'arin var nakað hildin og ikki vendi beint ímóti málinum, so fekk dagsins fremsti maður - og ein av teimum bestu - hjá Føroyum snilt sent bóltin víðari í málið.

Hetta var landsliðsmál nummar tvey hjá Peturi Knudsen, og tað varð tað einasta í dystinum. Føroyar høvdu annars sínar støður og møguleikar at økja - serliga í 2. hálvleiki. Adrian Justinussen rakti yvirleggjaran við framúr langskoti í 55. minutti, Jann Benjaminsen var nær við stutt seinni eftir væl spælt álop, og eftir gott mótálop kundi Petur Knudsen verið tvífaldur málskjútti.

Føroyar fingu fleiri av hesum støðunum, har liðið vann bóltin væl, og nógvar renningar síðani komu. Í nøkrum førum var senasta alveringin tó ikki nóg góð.

[object Object]Jóannes Bjartalíð spældi heldur óvandan leiklut sum ein av tveimum sentralum miðvallarum. Hetta kom klaksvíkingurin, sum var undr liðuni av einum øðrum Brekkumanni, tó sum heild væl frá (Mynd: Sverri Egholm)

Sum heild spældu menninir hjá Eyðuni Klaksten og Atla Gregersen tó klókt, og so Kasakstan hevði so at siga ongan upplagdan málmøguleika, hóast meira á bólkinum. Í 1. hálvleiki vóru tveir av nýggju monnunum í aftasta partinum, Bárður á Reynatrøð og Arnbjørn Svensson, nær við at geva stórar møguleikar burtur, tá teir gjørdu ov seint av og alveraðu ov spakuliga.

Annars vóru hesir báðir tryggir saman við serliga Odmari Færø og Gunnari Vatnhamar. Nýggju vongbakkarnr á degnum - Jann Benjaminsen og Martin Agnarsson - stóðu seg eisini væl og komu við ymiskum álopskendum.

Sum dysturin leið fullu føroyingar longur aftur á vøllin, og tað var týðiligt seinastu løtuna, at tað fyrst og fremst snúði seg um at verja leiðsluna. Hetta eydnaðist eisini væl, og Føroyar endaðu ári við fult uppibornum sigri - sínum fimta sigri í tíggju dystum í 2025.

Venjingardystur í Kroatia
Aldo Drosina Stadion - týsdagin 
18.11
Føroyar - Kasakstan 1-0 (0-0)
25' Petur Knudsen (Arnbjørn Svensson) 1-0

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jann Julin Benjaminsen (89' Ási Dam), Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Arnbjørn Svensson, Martin Agnarsson - Árni Frederiksberg (78' Jóan Símun Edmundsson), Jákup Biskopstø Andreasen (89' René Shaki Joensen), Jóannes Bjartalíð (78' Geza David Turi) og Adrian Rúnason Justinussen (67' Hanus Sørensen)  Petur Knudsen (67' Meinhard Egilsson Olsen)

Í mun til at hetta var ein venjingardystur, varð ikki skift so tíðliga út. Fyrstu útskiftingarnar komu um miðjan 2. hálvleik. Gullbrandur Øregaard og Poul Kallsberg komu als ikki inn, og Páll Klettskarð og Jóan Símun Edmundsson spældu lítið á túrinum. Síðstnevndi kom tó inn til sín 99. A-landsdyst í kvøld, meðan Ási Dam kom inn til sín fyrsta

Føroyka landsliðið savnast aftur í mars, tá venjingarlega og tveir venjingardystir eru á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder