Fótbóltur

Føroyar framdu bragdið: Koppaðu Kekkia og settu met

Triði sigurin á rað hjá manslandsliðnum gjørdist veruleiki, tá Hanus Sørensen og innskifti Martin Agnarsson í 2. hálvleiki slóu til.

Martin Agnarsson og Jóannes Bjartalíð komu inn, beint eftir at Kekkia hevði javnað, og stutt seinni stóðu teir fyri avgerandi málinum (Mynd: Sverri Egholm)

Martin Agnarsson og Jóannes Bjartalíð komu inn, beint eftir at Kekkia hevði javnað, og stutt seinni stóðu teir fyri avgerandi málinum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-12 19:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar hava aftur gjørt tað - ella Føroyar hava fyri fyrstu ferð gjørt tað.

Manslandsliðið hevði ongantíð bast Kekkia áður, men tað glapp, tá triði undankappingarsigurin kom til høldar á einum fantastiskum kvøldi á Tórsvølli.

Øll málini komu eftir steðgin. Fyrst Hanus Sørensen eftir fráíkt mótálop, og síðani Martin Agnarsson við sínari fyrstu nerting eftir innskiftingina.

Eitt hetjukent verju- og stríðsavrik lá eisini aftanfyri, og føroyska fjøldin spældi væl við. Alt gekk upp í eina hægri eind hjá Eyðuni Klakstein og hansara monnum - millum annað útskiftingarnar.

Stigametið fyri eina undankapping er væl og virðiliga sett við at røkka tólv stigum - samrøður og nógv meira seinni.

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, sunnudagin 11. oktober
Føroyar - Kekkia 2-1 (0-0)
67'Hanus Sørensen (Jákup Biskopstø Andreasen) 1-0
78' Adam Karabec 1-1
81' Martin Agnarsson (Meinhard Egilsson Olsen) 2-1

Føroyar (5-4-1): Mattias Lamhauge - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen - Árna Frederiksberg (80' Árni Frederiksberg), Brandur Hendriksson Olsen (55' Jákup Biskopstø Andreasen), Geza Dávid Turi (85' Noah Mneney), Hanus Sørensen (80' Martin Agnarsson)- Jóan Símun Edmundsson (55' Meinhard Egilsson Olsen)

Venjari: Eyðun Klakstein

Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 13 stig (5 dystir)
2. Kekkia 13 stig (7 dystir)
3 Føroyar 12 stig (7 dystir)
4. Montenegro 6 stig (6 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder