Eysturríki skuldi vinna við sjey málum fyri at yvirhála Føroyar og spæla seg víðari saman við Spania.
Hesar fyritreytirnar kendu bæði liðini, tá farið var á vøllin í Beograd í kvøld. Men hóast Eysturríki var á odda nakað yvir helmingin av dystinum, kom føroyska plássið í ovara miðumfarinum ikki veruliga í vanda.
Tá munurin var størstur var hann trý mál. Men týðandi verjuatgerðir, bjargingar frá Micah Wardum Ragnarsson ella góð mál i í teimum trýstu støðunum hjá Føroyum syrgdu fyri, at tað ikki "gjørdist ov spennandi" fyri ungu føroysku menninir.
![]()
Micah Ragnarsson týðandi leiklut í janvleikinum (Mynd: Dusan Sandic)
'Álopsspælið var annars í løtum merkt av mistøkum og serliga brendum skotum - frá millum annað stóra profilinum Boasi Ellefsen á Skipagøtu. Sergej Novakovic, sum fyri 15 døgum síðani spældi væl í U20 EM-uppgerðini millum londini, hevði heili 16 bjargingar. Novakovic hevði tíðliga stórbjargingar, men vegna góðar bjargingar hjá Micha hinumegin og árøði í føroysku verjuni, fylgdust liðini so at siga allan 1. hállveik.
Hugin Halgirsson og Teitur Bogason gjørdu bart í miðverjuni. Síðstnevndi varð eisini javnsettur toppskjútti við fimm málum av strikuni, og stríðsinnsatsurin hjá Teituri tryggjaði honum heiðurin sum dagsins spælari.
![]()
![]()
Føroyska verjan hevði sum heild ein góðan dag. Teitur Bogason (nummar 80) gjørdi stóran mun í báðum endum av vøllinum (Myndir: Dusan Sandic)
Axel Holm Simonsen og Gabriel Skeel Árnason vóru eisini millum teir, ið tóku síni tøk. Liðformaðurin Gabriel trekti tveir álopsfeilir í løtuni í 2. hálvleiki, har Eysturríki veruliga hótti við at fara avstað.
Tað sluppu eysturríkar ikki, og góður føroyskur endi syrgdi fyri einum stigi. 26-26 og í fyrsta endaspælinum hjá hesum árgangunum hava teir vunnið seg víðari. Tað er flott, og nú nærkast málið um at enda í topp-15 og vinna seg til U19 HM næsta ár .
Dystirnir í miðumfarinum, har Føroyar einki stig hevur við, eru mánadagin og týsdagin (3. og 4. august). Teir eru ímóti Póllandi og krútsterku dønunum.
U18 EM-endaspæl, bólkur F
3. og seinasta umfar - í dag, leygardagin 1. august
Føroyar - Eysturríki 26-26 (12-13)
Toppskjúttar: Boas Ellefsen á Skipagøtu og Teitur Bogason, 5 mál
Sí hagtøl her
Dagsins spælari: Teitur Bogason
Dysturin sæst í fullari longd her
Endastøðan í bólkinum:
1. Spania 6 stig
2. Føroyar 3 stig
--------------------
3. Finnland 2 stig *
4. Eysturríki 1 stig *
Tvey lið ovastu liðini eru víðari til ovara miðumfari. Har eru Danmark og Pólland á skránni hjá Spania og Føroyum
Verður dagført
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald