Føroyar og Noreg hittust í morgun okkara tíð - og klokkan 16.15 lokala tíð - í Jinzhong / University Gymnasium: Landið sum er við til U20 HM á fyrsta sinni móti landinum, sum hevur verið fremst í kvinnuhondbólti í nógv ár.
Eitt pláss í HM-miðumfarinum var uppá spæl, eftir at bæði londini høvdu vunnið á Kroatia og tapt móti Japan í undanfarnu dystunum.
Talan var um ein dyst, har Noreg var á odda allan vegin og vann við fimm málum. Føroyska liðið stríddist tó væl og svaraði aftur í løtum.
Úrslitið merkir, at Noreg fer víðari saman við Japan, og at Føroyar skulu spæla í sonevndu President's Cup.
U20 HM bólkur HM
3. og seinasta umfar, 27. juni
Føroyar - Noreg 22-27 (10-12)
Føroyskur toppskjútti: Joan Johannesen 6 mál
Fleiri tøl niðast
Ring byrjan, feilútskiftingar men sterkar atgerðir
Føroyar byrjaðu illa, og eftir átta minuttir var 5-1. Serliga var trupult at skora móti Leah Langaard í norska málinum, sum tók fleiri bóltar.
Tað gjørdist betri, hóast Noreg var á odda við fleiri málum allan 1. hálvleik. Til tíðir var føroyska álopsspælið alt ov hakkut, og virðingin fyri málverjanum sást heldur leingi.
Eitt, sum eisini gjørdist dýrt, var at Føroyar gjørdu heili tríggjar feilútskiftingar í einum tíðarskeiði á eitt korter. Hetta gav tríggjar útvísingar og í einum førum mistu Føroyar eisini álopi, har man kundi minka um munin.
So líðandi gjørdist álopsspælið tó betri. Ró Reginsdóttir trekti fleiri norskar útvísingar við sínari ferð og ággangandi spæli, og vengurnir skoraðu trygt. Rakul Christiansen í vinstru og Joan Johannesen í høgru. Joan noyddist út móti Kroatia men var aftur og Kyndlakvinnan, sum er á veg til Íslands at spæla, skoraði uppá øll síni seks skot í dystinum og varð dagsins spælari.
![]()
Joan Johannsen skeyt seks ferðir av høgra vongi - og skoraði seks ferðir (Mynd: IHF / Kolektiff / Anze Malovrh)
![]()
Verju- og málverjuspælið var lykilin í, at Føroyar hildu seg væl í dystinum. Gylta Djurhuus á Neystabø bjargaði sjey ferðir í 1. hálvleiki. Hon tók tvey brotskøst og onkur frí skot - men verjan hjálpti sanniliga eisini til við hørðum og góðum arbeiði, sum gav norsku profilunum høvuðbrýggj. Serliga var undirtalsverjan flott.
Føroyar minkaðu um munin seinastu løtuna fyri steðgin, og tað var 12-10, tá liðini fóru at hvíla seg í Kina: Tað hevði ikki verið slætt, men Føroyar høvdu trýst Noreg og vunnið seinastu stóru tjúgu minuttirnar 9-7.
Noreg fór ov skjótt frá
Eins og í 1. hálvleiki, byrjaði Noreg nógv betri eftir steðgin, og skjótt var munurin fimm mál. Hetta gjørdi, at tað gjørdist ov tungt hjá Føroyum, hóast ein góð løta var um miðjan og beint yvir miðjan 2. hálvleik.
Tvær ferðir kundu Føroyar minkað til minus tvey og veruliga lagt trýst á norsku favorittarnir, men marginalirnir og hvassleikin vóru ikki veruliga við.
Aftur var verjuparturin grundarlagið, men vit sóu eisini fleiri vælspæld mál, har serliga Joan Johannesen og Rakul Borgarlíð Joensen vístu dygdir við skotunum.
Stríðsviljin var allatíðina góðir móti spælarunum, har fleiri spæla á høgum stigi men mistøkini í meira lagi til at vinna slíkan dyst. At Noreg byrjaði báðar hálvleikirnar so væl gjørdi, at tað varð heldur tungur burður hjá føroysku kvinnunum.
Samanlagt varð munurin fimm mál, og Noreg er víðari, meðan Føroyar næstu tíðina skulu spæla um plássini millum 17 og 32 í U20 HM. Dystir eru aftur mánadagin og týsdagin
-----------------------------------------------
Málskjúttar hjá Føroyum:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald