Fótbóltur

Føroyar taka ímóti Georgia á Tórsvølli - FM1 sigur frá

Fyrsta bríksl verður klokkan 17 við Føroyum í favorittleiklutinum. Til ber eisini at fylgja við á Portalinum.

Føroyar skoraðu tvær ferðir á Tórsvølli týskvøldið - tað rakk tó ikki til stig (Mynd: FSF)

Føroyar skoraðu tvær ferðir á Tórsvølli týskvøldið - tað rakk tó ikki til stig (Mynd: FSF)

2026-04-18 08:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann seinni heimadysturin hjá Føroyum í HM-undankappingini hesa vikuna er á skránni klokkan 17.

Tá taka føroysku kvinnurnar ímóti Georgia. Eftir tveir dystir í bólkinum - báðir móti Grikkalandi - er úrtøkan null stig, men munurin hevur ikki verið øðiligur.

Í dag er eitt lið á Tórsvølli, sum er styrkismett lægri enn Føroyar. Man væntar tó fitt av tekniskum dygdum hjá Georgia og ein tættan dyst.

Sí eisini: Sara: - Bleiv ordiliga kedd tá Heidi hótti við at gevast (video)

Hoyr Saru Samson Lamhauge og Heidi Sevdal set aorð á millum annað uppgávuna í sendingini "Fótbóltsskýlið"

Tað er eitt sindur síðani, at Føroyar og Georgia hava spælt á kvinnusíðuni: Í 2013 vunnu Føroyar 2-1 í undan-undandysti, men í 2015 vunnu tær georgisku í líknandi uppgerði.

Føroyska liðið hevur tikið samanum  eftir tapið fyri Grikkalandi týskvøldið og síðani fyrireikað seg til nýggju uppgávuna. Í dag verður lagt til brots við einum nakað meira álopskendum hugburði.

Myndir: Gott lag undan dystinum móti Georgia

Fyrsta bríksl verður klokkan 17. FM1 sigur frá - Pætur Nolsøe og Allan Dybczak sita til reiðar við mikrofonunum.

Til ber eisini at fylgja við gongdini ovast á Portalinum, og hava vit ymiskt tilfar í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder