Fótbóltur

Føroyar vendu øllum seinastu tjúgu minuttirnar á Tórsvølli

Favorittarnir fingu trý stig eftir tógvið stríð og góðan hálvleik. Árni Frederiksberg javnaði við beinleiðis hornasparki, og fimm minuttir fyri leiklok skoraði Patrik Johannesen sítt fyrsta kappingarmál.

Stórur føroyskur fagnaður eftir 2-1 málið tá fimm minuttir vóru eftir (Mynd: Sverri Egholm)

Stórur føroyskur fagnaður eftir 2-1 málið tá fimm minuttir vóru eftir (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-09 21:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki altíð langt frá hóttandi tapi til søtan sigur í fótbólti. Hetta sást á Tórsvølli í kvøld, har Føroyar í favorittleiklutinum høvdu tað ógvuliga tungt í umleið hálvan tíma í 1. hálvleiki.

Byrjanin var góð - Viljormur Davidsen rakti stongina - og løtuna fyri steðgin høvdu Føroyar fleiri fínar støður.

Sí eisini: Føroyar á veg móti fullkomiligar eyðmýking á Tórsvølli

Tað var tó ikki fyrrenn eftir steðgin, at spælið fór at flóta, og tað var heilt nær við nakrar ferðir áðrenn málið. 

Tað var hornaspark nummar níggju, sum eydnaðist framúr hjá Árna Frederiksberg: Tað fór beinleiðis í málið. 

Fyrsta landsliðsmálið hjá vonginum, Føroyar á 1-1 og so var bara at fara eftir sigrinum.

Tað gjørdi liðið hjá Eyðuni Klakstein eisini,og fimm minuttir fyri leiklok bragdaði aftur. Innskiftu Hanus Sørensen og Jóan Símun Edmundsson høvdu verið nær við - serliga toftamaðurin. Nú vóru teir við í vælspældum máli: Jóan Símun út til Jóannes Kalsø Danielsen hart innfyri til Patrik Johannesen sum var á júst rætta staðnum og setti fótin á.

Málverjin fekk ikki hildið skotinum, og so var 2-1. Eftir hetta var eingin ivi. Føroyar vóru eisini nógv betri allan 2. hálvleik og taka trý stig. Hetta kundi man eisini væntað - tað er tó bara tað søtari, tí man var aftanfyri, og hetta var fyrsti heimadystur í eina tíð.

HM-undankappingin, 3. umfar
Tòrsvøllur, 9. juni
Føroyar - Gibraltar 2-1 (0-1)
23' James Scanlon 0-1
71' Árni Frederiksberg 1-1
86' Patrik Johannesen (Jóannes Kalsø Danielsen) 2-1

Føroyar (3-4-3/5-4-1): Bárður á Reynatrøð - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson (L), Brandur Hendriksson, Adrian Justinussen - Páll Klettskarð

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: 
65' Daniel Johansen, Hanus Sørensen og Patrik Johannesen
74' Jóan Símun Edmundsson
89' Jákup Biskopstø Andreasen

Meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder