Fótbóltur

Føroyingar fara til Luksemborg við fullari skjáttu og stórum sjálvsáliti

U21 landsliðið hevur vunnið báðar dystirnar í EM-undankappingini 2-1 - higartil einastu dystirnar í bólkinum. Tobias Hansen úr B36 legst afturat hópinum til dystin týskvøldið.

Stórur fagnaður á føroysku spælarunum og leiðarunum eftir sigurin í Reykjavík í gjár - eitt av stóru útiúrslitunum í U21-søguni (Mynd: Virgar Hvidbro/Fótbóltssamband Føroya)

Stórur fagnaður á føroysku spælarunum og leiðarunum eftir sigurin í Reykjavík í gjár - eitt av stóru útiúrslitunum í U21-søguni (Mynd: Virgar Hvidbro/Fótbóltssamband Føroya)

2025-09-05 11:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var talan um eitt av stóru avrikunum í 18-ára longu U21-landsliðssøgu Føroya, tá ungu reystmennini í gjár vunnu 2-1 í Reykjavík.

Serliga var hetta ein av stóru útiúrslitunum. U21-landsliðið hevur nakrar teprar útiósigrar móti stórum tjóðum - seriliga minniligur var 3-2 dysturin í Týsklandi í 2013. Tá vóru Føroyar á odda tvær ferðir, og Týskland javnaði og avgjørdi ikki fyrrenn seinastu løtuna.

Góðir javnleikir hava verið í Finnlandi (2017) og so serliga í Serbia (2021) og Póllandi (2018).

Flestu sigrarnir og stigini eru annars komin á heimavølli. Sigrar eru tó eisini komnir undir land í millum annað Lettlandi (2009), Kasakstan (2020), Norðurmakedónia (2022) og í Hvítarusslandi (2023)

[object Object]
Heini Fossdalsá Sørensen, ið var aftur á U21-landsliðnum í gjár við góðum avriki, hevur verið við til onkrar góðar útisigrar áður (Savnsmynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Keldur uppá dystir: FaroeSoccer og FSF

Íslendingar skammast - rósa Áka Samuelsen

At vinna á Íslandi í kappingardysti er nakað óvanligt fyri føroyskar fótbóltsspælarar, og tað er eingin ivi um, at íslendingar síggja seg sum stórbeiggja og halda, at hetta var heldur skomm.

Á fotbolti.net er skrivarin ikki mjúkur

á visir.is verður hildið fyri, at íslendingar vóru í gávuhýri

Liðskiparin hjá Føroyum helt hinvegin fyri, at hetta avriki vísti nógv um føroyska liðið.

- Hetta staðfestir, at vit hava eitt sera spennandi u21 landslið, og at tað komandi ættarliðið er gott. Eisini klára vit at fylgja við ímóti størri tjóðum, sigur Áki Samuelsen við Portalin.

Ranheim-vongurin fekk eisini stórt rós á visir.is sum "greitt besti spælarin á vøllinum".

[object Object]
Áki Samuelsen og liðfelagar fegnast eftir 2-1 málið hjá liðformanninum í yvirtíðini móti Estlandi i 1. umfari (Mynd: FSF)

Sí eisini hæddarpunkt frá í gjár: Føroyskur sigursrúsur í Reykjavík

 [object Object]

(Skíggjamynd) - les meira um dystin her

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Hans Jákup Arngrímsson - Hanus Højgaard, Ejvind Restorff Mouritsen, Ingi Arngrímsson, Jákup Vilhelmsen og Virgar Jónsson - Heini Fossdalsá Sørensen, Mattias Hellisdal (80' Jóhan Josephsen), Árni Nóa Atlason - Áki Samuelsen (L) - Dávid Reynheim (55' Dávid Biskopstø Andreasen)

Føroyingar ferðast nú til Luksemborg eftir meira - Tobias Hansen nýggjur maður

Tað eru bert tveir dystir spældir í EM-undankappingarbólki C higartil. Báðir eru endaðir við føroyskum 2-1 sigri - tann fyrri var móti Estlandi í Klaksvík í juni.

Harvið liggja føroyingar í løtuni til at koma til EM 2027. 

Enn eru tó átta umfør eftir, og næsta uppgávan hjá Føroyum verður lumpislig: Í Luksemborg mánakvøldið. 

Luksemborg hevur seinastu árini "tjóðartikið" nógvar spælarar, og er ein heilt onnur fótbóltstjóð enn tíðliga í øldini, tá Luksemborg var millum tey allarveikastu í Evropa.

Liðið hjá Ólavi Mikkelsen eigur tó at hava stórt sjálvsálit við í skjáttuni, umframt tey seks stigini, nú farið verður í flogfarið í Reykjavík.

Hiðani verður ferðast til London og síðani víðari til Luksemborg. Har kemur hópurin uppá pláss í kvøld. Dysturin verður týskvøldið, 9. september klokkan 18.30.

Ein broyting er í hópinum: Leikbannaði áleyparin Jóhan Josephsen, ið skoraði annað málið móti Estlandi, er farin aftur til Føroyar. Í hansara stað er Tobias Hansen komin. Talan er um kraftmiklan álopskendan spælara úr B36.

[object Object]
Tobias hansen í nærdysti við René Shaki Joensen fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder