Fótbóltur

Føroyingar nær við at skelka: Vórðu snýttir í Fraklandi

Eitt brotsspark, ið var skeivt dømt, endaði við at verða einasti munurin á máltalvuni, tá U21-liðini hittust aftur í kvøld. Føroyingar høvdu onkrar møguleikar og hildu dystinum móti risafavorittunum á lívi allan vegin.

0-6 í Klaksvík í síðsta mánaði men føroyska avrkið í kvøld var nógv betri enn í fyrra dystinum millum liðini í EM-undankappingini. Hóast fraklendingarnir høvdu nógv skot, so vóru teir eisini á sín hátt hepnir í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

0-6 í Klaksvík í síðsta mánaði men føroyska avrkið í kvøld var nógv betri enn í fyrra dystinum millum liðini í EM-undankappingini. Hóast fraklendingarnir høvdu nógv skot, so vóru teir eisini á sín hátt hepnir í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-17 22:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevði ikki verið rætt at sagt, at Føroyar eftir dystarmyndini burdu fingið stig í Grenoble í kvøld, men tað er eingin ivi um, at seinni dysturin millum liðini lá nógv betri til Føroyar enn tann í Klaksvík. Og tað er eingin ivi um, at ein meira enn ivasom dómaraavgerð markaði kvøldsins oddadyst í EM-undankappingarbólkinum.

Tað endaði 0-6, tá liðini hittust fyri einum mánaða síðani ,og eitt brent brotsspark hjá Áka Samuelsen var so at siga ta frægasta, ið føroyska U21-landsliðið kom við móti krútsterku fraklendingunum.

Sí eisini: Føroyar fingu ikki eitt bein til jørðina

Champions League-vinnarin og vanliga fanski liðformaðurin Warren Zaïre-Emery var ikki við. Men annars byrjaðu millum annað fleiri spælarar úr bestu fronsku deildni, úr Bundesliguni, umframt fýra Premier League-spælarar móti Føroyum í kvøld. Millum hesar vóru Leny Yoro úr Manchester United og Mathys Tel úr Tottenham.

Síðstnevndi skoraði einsamalla málið í dystinum. Talan var tó ikki um nakað flott mál - hetta var við brotssparki, sum ongantíð skuldi verið dømt.

Ein fraklendingur slapp líka frá Jákupi Vilhelmsen nakað til vinstru í føroyska brotsteignum. Har var einki brot, og tað burdi tað heldur ikki verið nakað at sæð, tá Virgar Jónsson blokeraði innlegginum fá baklinjuni. Men moldoviski dómarin metti simpulten, at stórfavorittarnr skuldu beinleiðis fáa eitt brotsspark, tí bólturin úr stuttar frástøðu varð smekkaður uppá armin hjá EB/Streyma-spælaranum; hvørs armur var uppá pláss.

Sí hæddarpunkt á Televarpinum - brotssparksstøðan er frá 1.28

Man hevur hug at siga: Sjálvandi fær stóra liðið fyrimunin í slíkum førum. Hvør skal siga: Er tað ikki bara tað lætta at gera á teirra heimavølli - uttan VAR og avleiðingar?

Avleiðingar fekk tað fyri Føroyar. Ikki tí: Frakland kundi skorað uppá onkrar av sínum møguleikum - ein bóltur rakti millum annað føroyska yvirleggjaran tíðliga í dystinum - og hemaliðið hevði helst skrúðað nógv upp og spælt bent á mál eftir steðgin, um tað enn var 0-0. Men føroysku menninir gjørdu so í stóran mun sítt í flestu støðunum í á pappírinum torførastu uppgávuni í undankappingini.

Høvdu møguleikar at skelka

Tað var málleyst í 35 minuttir. Og tað var eitt úrslit av, at føroyingar stríddust ógvuliga flott og í størri mun fingu brotið fronsku rútmuna enn í fyrra dystnum. 

Hans Jákup Arngrímsson átti onkra stórbjarging, men teir fimm í vejuketuni og hinir stóðu væl fyri fraklendingar, og Føroyar royndu eisini at fara upp at stressa stjørnurnar í bláum inn í millum.

Tíðliga var tað nær við at geva úrslt, tá Jógvan Kárason Gullfoss, sum í dag var fremsti maður hjá Føroyum, kroysti Leny Yoro so nógv tætt við egna baklinju, at síðstnevndi datt um bóltin. Síðani sendi B36-maðurin Manchester United-miðverjin ein "túr út eftir pylsum", fann fyrrverand liðfelagan Mattias Hellisdal í franska brotstegnum, men skotið fór tíverri uppum.

Í 2. hálvleiki komu Føroyar til nakrar líkinda støður og hildu við stríðsvilja og klókum spæli dystinum á lívi Hetta mundi givið heilt stórt úrslit - eina endurskapan av 2021-dystinum í Gundadali, tá Áki Samuelsen í 89. minutti sendi hornaspark væl inn úr høgru. Innskifti Thomas Bjørn Miezan var fyrstur á bóltinum í sínum fyrsta U21-kappingardysti, men stútarin fór dygst framvið.

Sí hæddarpunkt á Televarpinum - størsti føroyski møguleikin er frá 3.15

Aftur eitt flott føroyskt U21-avrik men tíverri einki stig móti franska yvrveldinum. Við nakað av hjálp av degnum fór Frakland nú frammum Føroyar á stigatalvuni í bólknum. 

Næsta uppgávan hjá Ólavi Mikkelsen og hansara monnum verður lykladystur í Sveis 27. mars

Frakland - Føroyar (U21) 1-0 
37' Mathys Tel 1-0 

Føroyar (5-4-1): Hans Jákup Arngrímsson - Bjarti Thorleifsson (69)' Jónas Prior, Ejvind Restorff Mouritsen, Ingi Arngrímsson, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Virgar Jónsson - Heini Fossdalsá Sørensen, Mattias Hellisdal, Árni Nóa Atlason og Áki Samuelsen (L), Jógvan Gullfoss (61' Dávid Biskopstø Andreasen).

Í 89. minutt komu hesir inn: Hanus Højgaard, Djóni Samuelsen, og Thomas Bjørn Miezan

Venjari: Ólavur Mikkelsen

Stigatalva og leikskrá (FSF)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder