Fyri fyrstu ferð síðani Føroyar fóru undir U21 landsliðsvirksemi, er tað eydnast FSF at fáa ein venjingardyst í lag ímóti øðrum landi.
Fótbóltssamband Føroya hevur nevniliga gjørt avtalu við Ungarn um, at Ungarn og Føroyar hittast í venjingardysti fríggjadagin 13. november.
Dysturin verður spældur á Új Hidegkuti Nándor Stadium í ungarska høvuðsstaðnum, Budapest.
Venjingardysturin móti ungarum er samstundis góð fyrireiking til EM undankappingardystin á útivølli móti Fraklandi, sum er á skránni fýra dagar seinni, skrivar FSF.
Hvussu føroyski U21 hópurin til dystirnar í november fer at síggja út, verður kunngjørt á tíðindafundi á Tórsvølli komandi mánadag.
Føroyar eru í løtuni á odda í bólki C í EM-undankappingini við 9 stigum.
Støðan í EM-undanbólkinum:
1. Føroyar 9 stig (5 dystir)
2. Sveis 7 stig (3 dystir)
3. Frakland 6 stig (2 dystir)
4. Ísland 5 stig (4 dystir)
5. Estland 2 stig (5 dystir)
6. Luksemborg 1 stig (3 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald