Fótbóltur

Føroyskir víkingar stuðlaðu Gunnari Vatnhamar í Reykjavík - gjørdist skaddur undan dystinum

Tíverri noyddist leirvíkingurin at geva skarvin yvir longu undir upphitingini til Champions League-dystinum móti Györi. Hann vunnu liðfelagararnir hjá Gunnari, meðan nógv úr Eysturkommunu hugdu at.

Gunnar Vathamar hevur bæði verið profilur í føroyska Víkingi og íslendska Víkingi. Hann var ikki at síggja á vølli í gjár, men Gunnar spælir vónandi seinna dystin í 1. umfari í Champions Leauge (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gunnar Vathamar hevur bæði verið profilur í føroyska Víkingi og íslendska Víkingi. Hann var ikki at síggja á vølli í gjár, men Gunnar spælir vónandi seinna dystin í 1. umfari í Champions Leauge (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-08 06:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur skal hóskvøldið spæla Conference League í Garðabær móti Stjarnuni. Hópurin við fylgi fór til Íslands mánadagin og vandi í gjár á leikvøllinum í Reykjavík-útryðuni.

[object Object]
Á veg í Íslands-flogfarið í Vágum mánamorgunin (Mynd: Víkingur)

[object Object]
Aron Benjaminsen og hinir til venjing í Garðabær í gjár (Mynd: Víkingur)

Stundir eru eisini til annað, og av tí at "navnin" hjá Víkingi í íslendska høvuðsstaðnum, Víkingur Reykjavík (Víkingur Fótbolti), spældi Champions League-dyst, var upplagt at fara á Safamýri.

Gunnar Vatnhamar hevur verið profilur hjá liðnum, sum aftur er íslendskur meistari, síðani Víkingur Fótbolti keypti sterka landsliðsmiðverjan úr Víkingi í apríl 2023.

31-ára gamli miðverjin skuldi sjálvandi byrja inni, tá Víkingur tók ímóti ungarska meistaraliðnum. Nógvir føroyingar vóru til reiðar á fullsettu áskoðaraplássunum, men undir upphitingini gjørdist Gunnar Vatnhamar tíverri skaddur.

Harvið noyddist hann at hyggja at, meðan liðfelgarnir vunnu 1-0 á Györi ETO. Vandamikli danski áleyparin, Nikolaj Hansen, skoraði sigursmálið í yvirtíðini, og harvið hevur íslendska Víkingur ein fyrimun undna seinna dystinum.

[object Object]
Mynd: Víkingur

Spælt verður aftur týsdagin 14. juli í Ungarn. Óvist er, um Gunnar Vatnhamar kann spæla tá ella ikki. Taparin av uppgerðini skal spæla móti taparanum av KÍ-Bissen í 2. umfari í Conference League. Vinnarin fer sjálvandi víðari í Champions League.

Sí eisini: Føroyameistararnir hava fyrimunin eftir fyrsta dystin

Føroyska Víkingur spælir móti Stjarnuni í morgin, hóskvøldið 9. juli, klokkan 20. Dysturin kann stroymast á SolidSport.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder