Saman við níggju øðrum evropeiskum londum er Fótbóltssamband Føroya farið undir samstarv við klædnamerkið Adidas.
Avtalan, ið er galdandi næstu fýra árini, er liður í UEFA Kit Assistance Scheme skipanini, og inniber, at bæði kvinnulandsliðið og manslandsliðið fara at spæla í Adidas í komandi undankappingum.
Skipanin fevnir um Andorra, Belarus, Føroyar, Kýpros, Kasakstan, Kosovo, Liktinstein, Norðurmakedónia, Malta og San Marino
UEFA Kit Assistance Scheme skipanin varð sett á stovn í 2007, og hevur til endamáls at útvega landsliðunum dygdargóð dystar- og venjingarklæðir, ið eru sniðgivin í tøttum samstarvi við hvørt einstakt fótbóltssamband, samstundis sum tey endurspegla søguna og fótbóltsmentanina í londunum.
Um ein góðan mánað skulu bæði kvinnu- og manslandsliðini á vøllin aftur. Fríggjadagin 5. juni spæla kvinnurnar HM undankappingardyst á útivølli ímóti Georgia, og leygardagin 6. juni spælir manslandsliðið venjingardyst móti Estlandi.
Hjá monnunum er talan um fyrra av tveimum dystum í Baltic Cup. Seinni dysturin í Baltic Cup 2026 verður týsdagin 9. juni, ímóti annaðhvørt Lettlandi ella Litava.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald