Fótbóltur

Fótbóltsdagur við Stórá

Endamálið við degnum er at skapa rørslu, felagsskap og fótbóltsspæl í einum rúmligum og stuttligum umhvørvi, har øll kunnu vera við, skrivar Parasport Føroyar, sum saman við TB skipar fyri tiltakinum 30. mai.

2025-05-12 21:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 30. mai verður eitt serligt fótbóltstiltak hildið á leikvøllinum við Stórá á Tvøroyri.

Tiltakið er eitt samstarv millum Parasport Føroyar og TB, og er ætlað øllum, uttan mun til aldur og førleika.

Endamálið við degnum er at skapa rørslu, felagsskap og fótbóltsspæl í einum rúmligum og stuttligum umhvørvi, har øll kunnu vera við – eisini tey, sum vanliga ikki spæla fótbólt, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Skráin umfatar tónleik frá Tróndi og Lív, venjing, ábit og bóltspøl. Byrjað verður klokkan 15, og tiltakið endar við heiðursmerkjahandan klokkan 18.

Venjingarnar verða leiddar av royndum og væl kendum venjarum: Óla Johannesen, Sonna Djurhuus og Gilla Rólantssyni úr TB.

Tilmelding fer fram á www.atgongumerki.fo. Fleiri upplýsingar um tiltakið fáast við at venda sær til Parasport Føroyar á á tel. 217975.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder