Fótbóltur

Fótbóltsfríggjakvøld við Løkin á FM1: Størsti dystur higartil í ár

NSÍ og KÍ spæla um oddasessin klokkan 19. Vit senda Fótbóltsskýlið beinleiðis úr Bylgjuni, við fleiri spennandi gestum, frá klokkan 17.30 og siga frá stórdystinum beint fyri summarsteðgin.

1-1 í Klaksvík fyrr í ár - nú spæla liðin iaftur um týðandi stig (Mynd: Jens Kr. Vang)

1-1 í Klaksvík fyrr í ár - nú spæla liðin iaftur um týðandi stig (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-07-03 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trý stig skilja liðini undan kvøldsins oddabraki, sum er fyrsti dystur í 16. umfari - tí seinasta fyri summarsteðgin.

NSÍ er á odda og kann harvið av álvara leggja sjógv millum seg og KÍ, sum hevur vunnið FM fýra av seinastu fimm árunum.

Liðið hjá Magnusi Powell skal so at siga hava stig og harvið er nógv uppá spæl við Løkin klokkan 19. 

[object Object]

Stigatalvan undan oddabrakinum - hinir dystirnir í umfarinum verða spældir í morgin og sunnudagin

FM1 sigur frá dystinum klokkan 19, og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum. Aftaná hava vit greining og samrøður.

Vit senda tó longu við Løkin frá klokkan 17.30  Fótbóltsskýlið verður beinleiðis úr Bylgjuni, har nógvir gestir vitja: 

Karstin Joensen og Tumams Lervig (Formenninir í feløgunum), Jákup Ósa og John Andersen (Fótbóltstíðindamaðuri og Fótbóltsfrásøgumaður, umframt Petur Knudsen og Patrik Johannesen (Spælarar hjá liðum, sum eru skaddir).

Umframt hetta hoyra vit frá Arnbjørni Svensson úr Víkingi, sum eisini skal út í Evropa í næstu viku.

Vit tosa sjálvandi um dystin, men eisini kappingina sum heild, evropeisku uppgávurnar og annað.

Lurta á FM1 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder