Fótbóltur

Fótbóltsskýlið klokkan 17.15 og NSÍ-HB klokkan 18.30

Jákup Ósa og Niels Petersen vitja Trygva Absalonsen, áðrenn seinasta umfar í fyrsta triðinginum byrjar. Síðani verður sett til Per Dávidsson Jacobsen, sum sigur frá við Løkin. Lurtið á FM1 og fylgið við á Portalinum.

Petur Knudsen og Noah Mneney, og lið teirra, bresta saman í Runavík í kvøld. Til ber at fylgja við á Portalinum og á FM1 (Mynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen og Noah Mneney, og lið teirra, bresta saman í Runavík í kvøld. Til ber at fylgja við á Portalinum og á FM1 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-08 12:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta umfar í fyrsta triðinginum í Meistaradeildini hjá monnum fer av bakkastokki klokkan 18.30, tá NSÍ tekur ímóti HB.

Heimaliðið, uttan profilar sum Klæmint Andrasson Olsen og Brand Hendriksson og eftir tveir dystir uttan sigur, skal royna at leggja seg á odda aftur í Betrideildini.

HB skal eisini royna at koma aftur á sigurskós eftir eina tunga gongd. Spælið hevur ikki sitið, og eitt ávíst trýst er á liðnum hjá André Olsen sum er heldur langt frá stuttligastu plássunum.

Sí eisini: B36 var einasti vinnarin í 8. umfari

Per Dávidsson Jacobsen sigur frá við Løkin. Lurta eftir FM1 her

Áðrenn tað hitar FM1 upp við Fótbóltsskýlinum, har Niels Petersen og Jákup Ósa vitja. Viðmerkjararnir, sum ávikvist siga frá og skriva um fótbólt, fara at hyggja eitt sindur eftir fyrsta triðinginum sum heild, rákinum og fram móti umfarinum.

Trygvi Absalonsen skipar fyri Fótbóltsskýlinum, sum byrjar eftir tíðindini klokkan 17. Tað vil siga áleið klokkan 17.15.

[object Object]
Niels Petersen, frásøgumaður (Mynd: jn.fo)

Skráin fyri umfarið:


[object Object]

Skráin fyri umfarið um vikuskiftið (Mynd: FSF)

FM1 sigur frá fýra dystum. Sum vanligt ber til at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.

[object Object]
Støðan

Sí eisini: 9. umfar: Stórdystir fríggjakvøldið og leygarkvøldið - tríggir dystir sunnudagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder