Fótbóltur

Frá høvuðsvenjara hjá FC Suðuroy til hjálparvenjara hjá NSÍ

Pól Thorsteinsson, sum vann FM við NSÍ sum profilur í 2007, skal royna at vera við at fáa føroyameistaraheiti aftur til Runavíkar. Nýggjur venjari verður skjótt kunngjørdur í Vági - sum skilst verður tað ein útlendingur við royndum úr Suðuroynni.

Pól Thorsteinsson saman Karstini Joensen, foranni í NSÍ. Venjarin leiddi FC Suðuroy til tvær uppflytingar á rað - úr 2. deild í 2023 og úr 1. deild í 2024 (Mynd: NSÍ Runavík)

Pól Thorsteinsson saman Karstini Joensen, foranni í NSÍ. Venjarin leiddi FC Suðuroy til tvær uppflytingar á rað - úr 2. deild í 2023 og úr 1. deild í 2024 (Mynd: NSÍ Runavík)

2026-01-05 21:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í sínum fyrsta ári sum høvuðsvenjari í vaksnamannafótbólti flutti hann sannførandi upp við FC Suðuroy. Hetta var í 2023, og eisini í 2024 gjørdu Pól Thorsteinsson og FC Suðuroy bart - við uppflyting úr 1. deild.

Í fjør var liðið úr sunnaru hálvu úr Suðuroynni nær við at halda sær uppi í fyrstu royndini í fremstu deildini síðani 2015. Bert málmunur skiltu 07 Vestur og FC Suðuroy, og síðstnevnda flutti niður í 1. deild.

Summir lyklaspælarar eru farnir víðari, meðan aðrir - sum Salmundur Bech og Dánjal Godtfred - halda fram. Nú er endaliga greitt, at høvuðsvenjarin seinastu árini ikki heldur fram í FC Suðuroy. 

Hevur áður vunnið við NSÍ

NSÍ hevur í kvøld kunngjørt, at Pól Thorsteinsson verður hjálparvenjari hjá besta mansliði felagsins. Harvið skal hann hjálpa íslendinginum Sigurður Ragnar Eyjólfsson (Siggi Raggi), sum er nýggjur í føroyskum fótbólti.

Les eisini: NSÍ sett íslendskan høvuðsvenjara

Hetta er ikki fyrstu ferð, at 53-ára gamli vágbingurin hevur skrivað undir við NSÍ. Tilsamans hevur Pól spælt 67 dystir fyri NSÍ, og hann var lyklaspælari við Løkin í 2002, 2006 og í 2007. Í 2002 vann NSÍ Løgmanssteypið, og í 2007 kom fyrsta, og higartil einasta, meistaraheitið hjá besta mansliði felagsins í hús.

- Pól hevur nú valt at koma norðureftir at royna seg, og vit í NSÍ ynskja honum hjartaliga vælkomnan í felagið aftur. Hesuferð sum partur av venjaratoyminum, skrivar NSÍ á Facebook-síðu sínari.

NSÍ hevur síðani uppflytingina í 2023 miðjað eftir at koma í oddin á føroyskum fótbólti aftur. Eftir eitt 4. pláss (2024) og eitt 3. pláss (2025) er málið í 2026 sjálvandi at koma longur upp.

[object Object]
Pól Thorsteinsson er í løtuni undir útbúgving sum UEFA A-venjari. Hann hevur seinastu trý árini stjórnað FC Suðuroy og fer nú at royna seg norðanfyri

Mest sannlíkt útlendsk loysn í Vági

At fyrrverandi landsliðsverjuspælarin fer til NSÍ merkir samstundis, at FC Suðuroy skal hava nýggjan venjara til besta liði, nú farið veður undir nýggja tilveru í 1. deild.

Palli Augustinussen var aftur partur av venjaratoyminum í 2025. Einki er kunngjørt enn, men sum skilst verður talan um útlendska høvuðsvenjaraloysn.

Tað ljóðar, at hetta mest sannlíkt er Markus Thorberg. Norðmaðurin leiddi í 2024 grannarnar úr TB til uppflyting úr 1. deild og spældi sjálvur við grannunum hjá FC Suðuroy í 2023 og 2024.

Dagført: 21.39 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder