Fótbóltur

Frá spennandi landskappingini til steypafótbólt

Tríggjar av teimum fýra fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið byrja klokkan 18.30. FM1 sigur frá grannauppgerðini í Gundadali, og á Svangaskarði, har steypavinnararnir vitja. Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.

B36 og HB spældu landskappingardyst fyrst í mánaðinum. Hann endaði...2-2 (Mynd: Sverri Egholm)

B36 og HB spældu landskappingardyst fyrst í mánaðinum. Hann endaði...2-2 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-29 08:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir sjey umfør, har spenningurin sum so heldur sær á øllum mótum, verða eyguni hjá sjey av liðunum í Meistaradeildini hjá monnum nú vend móti steypakappingini aftur.

Sí eisini: Meistaradeildin: Kappingin sær nógv tættari út í ár

Fyrr í mánaðinum vórðu Skála, EB/Streymur og AB sligin út eftir tap í dystum móti øðrum Meistaradeildarliðum í 1. umfari (áttandapartsfinalunum).

FC Hoyvík vann seg víðari eftir longda leiktíð móti TB og skal av álvara royna seg í Sarpugerði í kvøld.

KÍ er stórfavorittur á Svangaskarði. Men í fleiri dystum í ár hava verandi steypavinnararnir verið skinklandi, og B68 hevur vunnið sær fýra stig fyri tveir dystir seinastu tíggju dagarnar: Tey eru komin til høldar móti HB og Víkingi.

Størsti spenningurin er tó um grannauppgerðina í Gundadali. Seinastu árini er hon oftast endað við javnleiki - og oftast 2-2 sum 2. páskadag og í steypafinaluni í 2024 - so tað kann gerast eitt langt og spenanndi kvøld. Størri trýst er á HB, sum er ringari gongd í landskappingini.

Seinasta fjórðingsfinalan verður í Sørvági í morgin, har NSÍ vitjar. 

Kappingin um Løgmanssteypið

Fjórðingsfinalur

29. apríl (18:30)HB – B36
29. apríl (18:30)Víkingur – FC Hoyvík
29. apríl (18:30)B68 – KÍ
30. apríl (18:30)07 Vestur – NSÍ

FM1 sigur frá HB - B36 og B68 - KÍ í kvøld og 07 Vestur - NSÍ í morgin, hósdagin.

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder